Thursday, June 5, 2014

Enekk framføra løg av útgávuni Ver sterk mín sál - Januskvøld í Sirkus




Í ár eru 100 ár síðani, fyrsta yrkingasavnið kom út á føroyskum. Tað var "Yrkingar" eftir J. H. O. Djurhuus, vanliga róptur Janus Djurhuus. Hóskvøldið 12. juni kl 20 verður Januskvøld í Sirkus við Hanusi Kamban og Enekk.

Hanus Kamban hugleiðir um Janus og Yrkingarnar. Hanus skrivaði J.H.O. Djurhuus – ein bókmentalig ævisøga I-III, 1994-97.

Enekk framføra løg av útgávuni, Ver sterk mín sál, sum teir góvu út fyri júst 20 árum síðani, í 1994. Tað verður við upprunaligu manningini frá útgávuni, ið eru Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge, Óli Olsen og Justin Philbrow. Henda útgávan eru løg til yrkingar úr savninum “Yrkingar” eftir Janus Djurhuus.

J. H. O. Djurhuus, av Wikipedia:
Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga róptur Janus, var fyrsta føroyska samtíðarskaldið. Hann livdi frá 26. februar 1881 til 1. september 1948. Navnframi Hans Andrias Djurhuus var yngri bróðir Janusar og eisini yrkjari. Saman ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus undir heitinum Áarstovubrøðurnir.

Setur.fo skrivar um yrkingasavnið “Yrkingar”:
Yrkingar var fyrsta bók, sum Hitt Føroyska Studentafelagið gav út. Inngangsyrkingin, "Ver sterk mín sál", slær tann stríða, mótrisna tónan, sum gongur gjøgnum hesa bókina, ið ger markaskjal í føroyskum skaldskapi. Føroysk ungmannafeløg við Sólarmagni á odda stuðlaðu útgávuni. Yrkingarnar hava havt ovurstóran týdning. Tær bera dám av nýromantiskari einstaklingastevnu, av evropiskum skaldskapi eins væl og føroyskari og norrønari siðvenju.

Mynd, frá vinstru: Hanus Kamban, Enekk, Janus Djurhuus.