Eisini í terrormálum tala myndirnar til okkum við teirra ríka, nuanseraða máli. Portrettmyndin sigur okkum søguna um eina unga, fegna gentu, sum bæði dugir at vera glað, men sum sanniliga eisini kann vera avgjørd og forsin. Hon hevur myrkt, livandi, sítt hár við strípum, stórt smíl og fína karaktermikla nøs. Eyguni lýsa av humor og lívi. Ólavsøkudag jarðaðu tey hesa ungu kvinnuna. Hon æt Bano Rahshid og var kurdisk. Saman við familju síni flýggjaði hon til Noregis úr Irak í 1996. Hon var limur í Nesodden Arbeidernes Ungdomsfylking (AUF) og hevði ætlanir um at lesa løgfrøði og um at halda fram innan politikk, so at hon í norska stórtinginum m.a. kundi arbeiða parlamentariskt fyri kurdum og fyri Kurdistan. Hetta var alt av ongum, Bano Rashid er deyð 18 ára gomul, skotin til tess, at ein uppmerksemissjúkur mordari kundi sleppa í fjølmiðlarnar.
11.september fyri tíggju árum síðani talaðu myndirnar til okkum á sama hátt. Mitt í "Beverly Hills 90210" fór sjónvarpsmyndin brádliga at flykra og inn sveimaðu myndir av brennandi háhúsum. Tað tók eina løtu áðrenn eg fataði, at hetta ikki var nakar actionfilmur, at hetta vóru beinleiðis myndir frá CNN úr New York og eg fari ongantíð at gloyma lemjandi kensluna av hjálparsloysi, tá eg fataði, at hesir elasmáu prikkarnir, sum fóru flúgvandi niður eftir síðunum á brennandi bygningunum, vóru livandi menniskju. Sama kenslan gjørdi um seg, tá tað gekk upp fyri mær, at teir flótandi prikkarnir í sjónum kring Utøya vóru menniskju, sum desperat royndu at svimja inn á meginlandið.
Dissonans, antitesa og oxymoron eru ymisk sløg av mótsetningsfigurum, sum verða brúktir til tess at fremja ávísan spenning innan listina. Kingo brúkti sum kunnugt antitesuna í sálmunum um gleði og sorg á himni og á jørð. Baudelaire var ein sannur meistari til at finna uppá óvæntaðar samansetingar, hetta sæst eitt nú í heitinum á hansara kendast verki "Les fleurs du mal", sum tvinnar saman blómur og óndskap ella sjúku. Kubrick brúkti yndisligan tónleik í dystopisku lýsingini av psykopatinum og Beethovenfjepparanum Alex í "A Clockwork Orange". Bæði filmurin og elektroniski tónleikurin hjá Wendy Carlos høvdu stóra ávirkan, tá eg sá filmin á fyrsta sinni, serliga tematónleikurin, sum er grundaður á "Music for the Funeral of Queen Mary" hjá Henry Purcell. Hjartanemandi vakur, friðsælur og hátíðarligur tónleikur, sum er fullkomiliga í andsøgn við tær ljótu harðskaparsenurnar, tá bølmennið Alex verður bukað og næstan druknar. Men tað var eisini skelkandi uppliving í myrkrinum í Havnar Bio á sinni, tá tað gekk upp fyri okkum, at tann dárandi Milady, vinkona tann eina musketerin, var eitrandi ónd og enn kann sameiningin av óndskapi og vakurleika eyðsýniliga koma óvart á.
Meðan hugburðurin í verkinum hjá Kubrick er grundleggjandi antitotaliterur, kunnu vit ikki siga tað sama um plakatina við teirri ljóshærdu, smílandi gentuni. Gentan er yndislig, ljóshærd við flættum, smílið er yndisligt, tennirnar eru snórabeinar og orsøkin til, at vit alt fyri eitt fata myndina sum verandi av tí ónda, er nazisymbolið á bússuni. Harumframt er okkurt við tí klistruta søta heroiserandi stílinum, sum beinanvegin vekir okkara illgruna um ein pallsettan idyl, sum skal sannføra okkum um eitthvørt.
Sum vaksin nútíðarmenniskju og royndir myndalesarar eru vit neyvan so einoygd, at vit halda vakurleika vera nakran garant fyri góðsku ella at andskræmiligheit hinvegin er samlík tí ónda. Huburðurin til útsjónd er altíð bygdur á okkara egnu mentanarskaptu ideal um hvat er vakurt ella ljótt. Júst tí havi eg ógvuliga ilt við at skilja góðvarnið, sum ger seg galdandi, tá fólk undra seg yvir, at ein maður við so vøkrum eygum sum Osama Bin Laden kann vera eitt sovorðið bakbeist, ella ein so snotiligur ungur maður sum tann norski yvirgangsmaðurin kunnu fáa seg til at fremja so ljótar illgerðir sum tær í Oslo og Utøya.
Yvirgangur livir av fjølmiðlum, meðan fjølmiðlar í øllum førum fyri ein part liva av yvirgangi - uttan fjølmiðlar hevur yvirgangur onga slagkraft og vit eru brúkararnir, sum í ómettandi forvitni taka í móti. Yvirgangsfólk í dag vita av hvussu storan týdning myndirnar hava, men ikki er hetta nakað nýtt. Onnur bølmenni í søguni hava sanniliga eisini verið greið yvir effektivu styrkina í visuellum propagandatilfari, t.d. Joseph Goebbels, propagandaministari í Nazi-Týsklandi - fyri nú bara at nevna ein av teimum mongu. Serfrøðingar meta, at tann 32 ára gamli norski yvirgangsmaðurin var inspireraður av ræðuligu skúlaskjótingunum, sum hava verið í USA og Finnlandi. Í áhugaverdari grein í Informatión metir Mikkel Bolt Rasmussen, listsøgufrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn um hópdrápsins fagurfrøði, sum hann heldur vera bæði óruddiliga og heldur barnsliga: "Det iøjnefaldende ved såvel Breivik som skoleskyderne og de islamistiske London-terrorister er graden af selviscenesættelse og den cut and paste-mæssighed, der er over aktionerne og propagandaen: Drengeværelseagtige referencer til korstog, soldater og en masse potente symboler fra videospil, film og andre populærkulturelle udtryk. I den forstand er de alle børn af deres tid". Og tað er júst hesin barnsligi dámurin, sum kennist eyka syndarligur í sorgarleikinum. Hetta eru onkursvegna smádreingir, sum spæla kríggj og sum hava ein óluksáligan tørv á, at vit geva teimum ans og sum samstundis tykjast hava ilt við at skilja í millum spæl og veruleika. Teir taka myndir av sær sjálvum meðan teir gera seg upp við vápnum osfr. Tað sonevnda manifestið hjá norska yvirgangsmanninum ber júst sama brá av copy paste og av einoygdum pseudovísundaligum eygleiðingum.
Tann fyrsta myndin, sum varð almannakunngjørd av norska hópdrápsmanninum vísur ein ljóshærdan, eygagóðan ungan mann við vøkrum ljósabláum eygum, sum poserar eins og ein vermammuligur dreymur at sjá. Við myndunum av Breivik við byrsu og í uniformi við deydningahøvdi á arminum, koma vit møguliga eitt vet nærri veruleikans asosiala og óbúna manni við supermankompleksum, sum spælir kríggj. Myndin av handtikna yvirgangsmanninum saman við einum løgreglumanni vísir ein bleikan, órakaðan mann, sum við sær sjálvum hevur avgjørt at síggja væl nøgdur út, men nú er tað sum líkist hann brádliga Pink úr "The Wall" í dreymsjónunum av sær sjálvum sum nýnazistiskur diktator. Pink vantar eisini eina faðirfyrimynd eins og Breivik, men bíða nú eitt bil. Áðrenn vit koma for gott í gongd við lummapsykologiini mugu vit minnast til teir mongu dreingirnar og gentirnar, ið so ella so hava manglað ein faðir, uttan at tey fyri tað gjørdist hópdrápsmenn. Vit duga sum sagt væl at lesa myndir og týða tær alla tíðina, tó oftast uttan at gera okkum greitt hvaðani assosiatiónirnar og konnotatiónirnar stava. Í hesum førinum kenna vit eftir massiva fjølmiðlaáhugan andlitið á norska yvirgangsmanninum og vita hvat hann hevur gjørt. Tessvegna sambinda vit hann við óndskap á sama hátt sum vit eisini óavvitandi sambinda symbol og myndir úr triðja ríkinum við tað ónda.
Tað var als einki hetjuligt ella super yvir illgerðini, tá 77 ósek og óvápnað menniskju, summi teirra børn, vórðu tikin av døgum. Ei heldur var tað spæl og tað merkja tey mongu, sum í hesum døgum fylgja teirra kæru til gravar. Einasti glottin í øllum ræðuleikanum eru almennu reaktiónirnar í Noregi. Eitt nú vísir reaktiónin hjá norska forsetismálaráðharranum óvanligt format. Her eru ongar primitivar cowboylótir ella hevndarhóttanir at hoyra. Jens Stoltenberg noktar at fara niður á tað støðið, men talar heldur um opinleika, kærleika og um tolsemi. Hetta er tað besta, hann kundi gjørt og neyvan er tað av tí, at hann noktar at síggja í eyguni møguligar trupulleikar í einum fleirmentanarligum samfelagi. Í einari av mongu røðunum seinastu vikuna segði hann: "Vårt svar er mer demokrati, mer åpenhet og mer humanitet. Men aldri naivitet". Ein onnur hetja í eftirspælinum er Kim Heger, dómari, sum ikki er serliga við uppá at fóðra tað slevandi fjølmiðlabeistið. Í øllum førum var fyrsti rættarfundurin í Oslo hildin fyri læstar dyr og yvirgangsmaðurin slapp ikki at vera í sínum fína uniformi í rættinum sum ætlað. Hervið verður eftirspælið ikki heilt sum Breivik ætlaði og sum hann eisini skrivar um í sínum manifesti.
Onkursvegna eru vit fjølmiðlar og fjølmiðlabrúkarar í eini tvístøðu viðvíkjandi uppmerksemistørvandi hópdrápsmonnum sum Breivik, tí sjálvandi má tað ikki enda við eini sensurstøðu og angiststuðlandi tøgn, har tað verður teskað um gerningarnar hjá honum "who shall not be named". Men samstundis hava bæði fjølmiðlar og brúkarar ábyrgd við opinleika, kærleika og tolsemi at upplýsa og á einum seriøsum støði viðgera ræðuleikan, so at tað gerst greitt fyri øllum júst hvussu meiningsleysur og óglamurøsa óhetjuligur hann er.
(KP)