Í gjár læt summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp.
Her er brot úr stuttari hugleiðing, sum Ósbjørn Jacobsen hevði í gjár í sambandi við upplatingina:
Sjálvur eri eg arkitektur og ikki listamaður, so tað er útgangsstøðið fyri míni ugleiðing um nýtsluna av glasi í list í mun til í byggilist. So vítt vit vita, so hevur glas sum tilfar eina 5.- 6.000 ára gamla søgu. Fyrstu mongu túsund árini mest nýtt í list og brúks-list av ymiskum slag. Seinastu 100 árini er ein sonn kollvelting farin fram hvat viðvíkur framleiðslu og tøkniligari menning av glasi, sum hevur havt við sær at hetta tilfar hevur havt eina ófatiliga ávirkan og hevur verið eitt fundament undir nútíðar menningini innan byggilist. Menniskja hevur gjøgnum allar tíðir hámett náttúruna – og samstundis hava vit havt stóran tørv á at hava eina ávísa stýring á henni. Um okkara leiðir hava vit havt stóran tørv á einum ávísum tamarhaldi, bert fyri at yvirliva, tá hugsi eg um fysisk tiltøk, sum á ein ella annan hátt verja okkum í eini náttúru við umskiftandi veðurlagi. Sjálvt um eitt samfelag í harmoni við náttúruna hevur verið ein treyt fyri at yvirliva, so hava vit um somu tíð verið noydd at skapa ein egnaðan bústað í tí umhvørvi vit nú einaferð hava verið partur av. Hyggja vit aftureftir, so hevur ein sovorðin bústaður kanska verið eitt helli, ella onnur primitiv tiltøk. Eitt helli, sum vardi teg móti veðrið og øðrum náttúrugivnum vandum. Um somu leið misti tú ljósið og visuella sambandi við náttúru og landslag. Hetta broytti GLASIÐ! Úr stólinum hjá einum arkitekti, so hevur GLAS tí havt ein ómetaliga stóran týdning fyri møguleikan hjá okkum menniskjum at nærkast náttúruni í egnum bústaði og hetta hava arkitektar viðgjørt og skrivað eitt ótal av bókum um – tað taka vit eina aðru ferð. Í LIST so væl sum í BYGGILIST – er trupult at tosa um glas uttan samstundis at koma inn á ljósið. Eftir mínum tykki er ein av hornasteinunum undir góðari byggilist næstan altíð LJÓS. Hyggi bara rundanum tykkum her í húsinum, hvussu hevði hetta hús tikið seg út uttan GLAS og tí LJÓS? Hesin immatrielli viðspælari hevur avgerandi týdning í skapanini av rúmið og taktilari nærveru! At enda kundi eg hugsa mær at nevnt, at eitt sum eyðkennir góða list fyri meg – er list sum letur eitt rúm upp millum listina og eygleiðaran. Nógv list hevur lyndi til at skapa eitt absolut útrykk, har verkið skal upplivast í kontrolleraðum og væl skipaðum umhvørvið. Her haldi eg at glaslist letur upp fyri eini heilt aðrari dimensión – glaslist er ikki absolutt. Eg haldi at góð glaslist leggur seg eftir at skapa rúm fyri einum dialogi millum verk, ljós og okkum menniskju – og kanska við rørslu sum einum 4. aktøri. Við hesum vil eg ynskja Norðurlandahúsinum og øllum sum hava verið við til at fyrireika framsýningina og øllum listafólkunum til lukku við framsýningini. HERVIÐ ER SUMMARFRAMSÝNINGIN 2014 – GLAS – OPIN!
Pipaluk Lake
Tróndur Patursson, Brandur Patursson og Sif Gunnarsdóttir
Ósbjørn Jacobsen
Yes or No
Tróndur Patursson
Smakka
Outi Turpeinen
Brynhildur Thorgeirsdottir
Brandur Patursson
Anna Viktoria Norberg
Tróndur Patursson
Outi Turpeinen
Kristiina Uslar
Tróndur Patursson
Brynhildur Thórgeirsdóttir
Brandur Patursson
Kristiina Uslar