Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesari royndar verkætlanini, við at at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna.
VISJÓN
Visjónin er fáa eitt skapandi og livandi umhvørvi í kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar.
Møguleiki skal verða til at leiga sær venjingarrúm/arbeiðsrúm fyri ein bíligan prís, og at kunna nýta tey størru rúmini til konsertir, sjónleikir, gallarí, framsýningar, skeið og alt sum hugflogið kann fevna um.
Øll skulu kunna bíleggja sær tíð og dato í hesum hølum, til sítt listarliga virksemi, og á tann hátt ríka um mentanarlívið í Føroyum.
VENJINGAR/ARBEIÐSRÚM
Ætlanin er at kommunuskúlin verður býttur upp soleiðis, at; tónleikavirksemi, sjónleikavirksemi, myndlistavirksemi, filmsvirksemi, dansivirksemi, rithøvundar, sniðgevar og annað listarligt virksemi fær pláss eftir tørvi og eftirspurningi.
Eitt dømi er, at tónleikur fær nøkur rúm, sjónleikurin fær nøkur rúm, myndlist fær nøkur rúm o.s.fr. Á tann hátt kunnu tey, ið arbeiða har, dagliga vera í samband við hvønn annan uttan at órógva.
Ein lykil verður givin til klassastovuna, ið tú leigar, og ein til høvuðshurðina, soleiðs at um ein ynskir at arbeiða uttanfyri skrivstovutíð, er hetta eingin trupulleiki.
FRAMFØRSLUR/LISTAFRAMSÝNINGAR
Eitt dømi er, at gamla sangstovan á ovastu hædd verður nýtt til sjónleik og smærri sýningar, og stóra aulan verður nýtt til tónleik og aðrar listarligar framsýningar.
KOSTNAÐUR
Kostnaðurin er fyribils 500 kr um mánaðan fyri eina klassastovu: El/hiti og reingerð er við í prísinum.
Fyribils er ætlanin eisini, at listafólkini ið sýna fram, sjálvi avgera um tað skal verða frí atgongd, ella um tað skal kosta at koma inn.
Allur peningurin fer óskerdur til tey útinnandi listafólkini, men tey hava sjálvi ábyrgd av at hava fólk til at selja atgongumerki og at lýsa tiltakið.
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Hettar er ein royndar verkætlan í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Kommunuskúlin hevur í eina tíð staðið tómur, og verður ikki nýttur til skúlagongd. Sum nú er, hevur Tórshavnar kommuna ikki gjørt av hvat bygningurin skal brúkast til, ella um/nær hann skal rívast niður (um eg havi skilt tað rætt). Tískil er tað ikki víst hvussu leingi bygningurin kann brúkast sum mentanarhús. Hóast hetta ikki er ein varandi loysn, gevur hetta listafólki eitt høvi at dokumentera alt virksemið, sum kemur burturúr einum tílíkum húsi, og hvussu tað kann ríka um mentanarlívið.
Kommunuskúlin er í ringum standi, tað er eisini staðfest at har er blámusoppur í húsinum. Í fyrstu syftu verður farið inn í húsið við egnari ábyrgd. Men tryggingar, og heilsueftirlit, mugu sjálvsagt eisini fáast í lag, sum best til ber.
ENDALIG AVGERÐ FRÁ MENTANARNEVNDINI
Tórshavnar kommuna vil fegin hava umsóknina so fullfíggjaða sum gjørligt, áðrenn hon fer til mentanarnevndina til eina endaliga avgerð.
Tað sum manglar, er at staðfesta, at tørvur er á einum húsi, ið kann bjóða høli til at venja og at skapa, og høli at framføra/sýna fram sína listagrein.
Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesari royndar verkætlanini, við at at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna:
Vinarliga
Sóley Danielsen, stigtakari.
http://www.change.org/petitions/alternativt-mentanarh%C3%BAs-%C3%AD-kommunusk%C3%BAlanum-%C3%B8ll-listaf%C3%B3lk-og-lista%C3%A1huga%C3%B0i-ver%C3%B0a-bi%C3%B0in-um-at-stu%C3%B0la-hesari-royndar-verk%C3%A6tlanini-vi%C3%B0-at-at-skriva-s%C3%ADtt-navn-inn-%C3%A1-hesa-leinkjuna?share_id=vyjQFDEBIw&utm_campaign=share&utm_medium=facebook&utm_source=share_petition