Monday, June 16, 2014

Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup...

Eftir at hava tugt meg í gjøgnum tær 25 síðurnar í stevningini, sum Christian F.Andreasen advokatur hevur stykkjað saman um tollmálið, siti eg og hugsi um Jacob Brønnum Scavenius Estrup, sum var danskur ríkisráðharri í eitt rekorddrúgt tíðarskeið seint í 19.øld. Hann sat á maktini í nítjan ár og stríddist sum úlvur á skóg við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera. - Ja eg veit. Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup og støðan er sjálvsagt ein heilt heilt onnur í 2014. Allíkavæl kenni eg meg heldur ørkymlaða av varhuganum av enn einaferð at vera stødd á glatanarkós í einum týdningarmiklum samfelagsmáli. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum í Kringvarpinum, at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Advokaturin er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit frænir av eini sera aktivari tíðindadeild, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. - Her á listablogginum plaga vit ikki at blanda okkum uppí samfelagsviðurskifti sum so, men eg haldi, at talu- og skrivifrælsið er so mikið grundleggjandi og so týdningarmikil partur av okkara mentan, at tá varhugin av, at tað hetta sama talufrælsið verður hótt, bara anir eitt lítið sindur, so má mann loyva sær at skriva nakrar reglur um tað (og samstundis kryssa fingrar fyri, at mann ikki sjálv verður stevnd - uha). Talufrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at verða ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnug sjálvt fundamentið undir frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og tjubang prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki. Men, sum vit øll vita av, so varð hann ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Spurningurin er bara um hann hevur tað og hvussu er við talufrælsinum. Eg eri væl greið yvir, at talufrælsið ikki er tað sama sum rætturin til frítt at fremja injuriir ella at forfylgja ávísum persónum, men heilt erligt, so mugu ávísir persónar skikka sær ordiligt um teir ætla sær í ein landsstýrissess og detta gamlar beinagrindir úr skápinum, tá pressan fer at kanna, ja so skuldi mann trúð, at tíðin er komin at leggja frá sær.


(KP)