Tuesday, June 10, 2014

Hin góða spannin og hinar


"Hin góða spannin og hinar" er heitið á einum stórum prenti hjá Tóroddi Poulsen, sum er partur av framsýningini Myrkamyndir í Steinprenti. Trý avbrigdi eru av prentinum, eitt blátt, eitt reytt og eitt svart og hetta, at myndirnar hanga tríggjar saman økir um hátíðarliga huglagið, eins og tilipingarnar í heitinum til tann góða hirðan hava eitthvørt átrúnaðarligt yvir sær. Samstundis kenna vit spannina sum eitt praktiskt og ógvuliga vanligt gerandisamboð. Myndirnar hjá Tóroddi Poulsen tykjast um somu tíð mystiskar og ómetaliga einfaldar og óhátíðarligar. Akkumuleringin er eisini áhugaverd, kenslan av, at spannirnar fylkjast úr neðra og upp og úteftir eins og tær gerast alsamt fleiri og sum eru tær á tremur við onkrum, sum fer at koppa út móti áskoðaranum. 









(KP)