Thursday, May 22, 2014

Pengar, list, parkeringshús og mentan


Er tað bara eg, sum haldi, at hasin nýggi Musikkskúlin er ov ófriðaligur? Hann stendur ikki í frið meir enn eitt andarhald og í øllum førum stendur hann ikki nóg stillur til, at tað riggar at fokusera uppá hann. Hann er mest átøkur einum darrandi lognbrá. Sum ein føgur, tankatóm hvørvisjón spríkir hann upp úr Sortudíki fyri stutta stund seinni at ana niðri í blámusoppafongda spøkilsiskommunuskúlanum. Eina stutta men ljómandi løtu lenaði hann seg glæsiliga upp móti einum operatjóðleikhúsi á Skálatrøð og hey! Nú dagar hann undan eitt sindur fjaðursárur onkrastaðni úti á Landavegnum. Nei, eg veit ikki, men eg rokni við, at tað snýr seg um pengar tað heila og helst eisini um vantandi virðing fyri list og fyri mentan og fyri borgarum. Í øllum førum trúgvi eg neyvan teir eru nøgdir, allir býráðsveljararnir, sum vara av teimum mongu musikkskúlanæmingunum, fyri ikki at tala um teir mongu veljarar, sum eru foreldur at ørgrynnuni av børnum, sum stendur á tí vaksandi bíðilistanum til at sleppa á Tórshavnar Musikkskúla (í januar vóru 1759 (!) børn á bíðilista). 

Í fjølmiðlunum hava pengar og list verið á skránni fleiri ferð í dag, pengar, parkeringshús og pengar og mentan, málningar og pengar. Byggilistarligar heildarætlanir hava kanska nakað av tí sama yvir sær, sum eyðkennir hvørvisjónir. Tí mest av øllum eru tær luftspeglingar av góða men grunna viljanum hjá býráðspolitikarum, sum reelt ikki ynskja lív í býnum annað enn tað lív, sum sjálv býráðsadministratiónin myndar. - Sjálvandi skal musikkskúlin vera mitt í býnum, men bara um tað altso passar, sum verður endurtikið aftur og aftur eins og eitt falskt mantra við alt ov kritahvítum tonnum um at vit skulu hava: Lív í býin! Vit skulu hava lív í býin. - Ein musikkskúli í miðbýnum hevði heilt av sær sjálvum skapað lív. Í mentanarsending í útvarpinum varð eisini tosað um list og pengar, Sunleif Rasmussen tosaði m.a. um hvussu nógvar pengar normenn og finnar brúka uppá list, milliónir av evrum og tað kann væl vera. Noreg er í hvussu so er millum heimsins ríkastu lond og Finnland er eisini nakrar ferðir størri enn vit. Eg havi sjálv gramt meg um vantandi listapening og í ein vissan mun er kritikkurin heimilaður, men vit mugu duga at síggja út um pengaseðlarnar, alt snýr seg ikki um pengamangul. Virðing er ikki einsbetýðandi við pengar. Tað snýr seg eisini um vilja og dirvi til at taka ábyrgd bæði hjá tí einstaka og hjá teimum, ið varða av listastuðuli og listafyrisiting í bý og landi. Og so snýr tað seg sjálvandi eisini um viljan til at taka listarliga fakligheit í álvara. Vit hava ta góðu listina, vit hava væl útbúgvin fólk, men mangla, at listarligur yrkisførleiki verður tikin í álvara av okkum sjálvum og okkara politikarum. Ein væl útbúgvin arkitektur var í Degi og viku í kvøld, hann var glaður, tí hann saman við einum øðrum vann arkitektakappingina um miðbýin í Havn (sí listabloggin longur niðri á síðuni) og hann tosaði um mentan og hús í Tórsgøtu. Tað primera var eyðsýniliga eitt parkeringshús og á onkran hátt ljóðaði tað eina løtu sum um, at list og mentan var fatað sum eitt slag av sekunderari og hugaligari ífyllu. Eg havi ikki granskað vinnarauppskotið, men helt, at nógv ljóðaði skilagott - um mann hevur hoyrt okkurt av tí fyrr. Eg meini so við, tað munu vera fáir føroyskir arkitektar, sum ikki hava opnað Havnar á, um ikki annað so á pappírinum ella í huganum. Í veruleikanum blørðar kloakkin framvegis undir asfaltinum, soleiðis er tað bara og kanska verður nýggi Musikkskúlin í Tórshavnar Kommunu eitt triðjarangsprojekt, ein skúli, sum verður tveittur tilvildarliga bara onkrastaðni í kommununi. Og tað hevur við pengar at gera, ella við raðfestingar, sum hava við pengar og vantandi virðing fyri list at gera. Auktiónsvirkið Bruun & Rasmussen virðir list fyrst og fremst av tí hon genererar pengar og nú eru tey komin til Føroyar at sóknast eftir føroyskari list, sum er grúviliga populert í landsuðuri og sum væl at merkja eisini er ógvuliga bílig; handan skitsan hjá Torbirni Olsen var heilt sjáldsama bílig og nakað væl bíligari enn málningar hjá t.d. viðurkendum donskum listafólkum. Eg veit, at summi hugsa um list sum eina peningaliga íløgu, friður verið víð tí, men í veruleikanum havi eg ilt við at ímynda mær nakað, sum er meira fjart frá hvørjum øðrum enn nettupp pengar og list - hygg bara eftir hasari undurvøkru einglamyndini hjá Tórbirni Olsen. 



(KP)