Føroyski tónleikabólkurin ORKA er nú til reiðar við síni 4. fløguútgávu LEIPZIG, ið verður givin út gjøgnum Tutl í Føroyum fríggjadagin 13.juni.
Fløgan er skipað sum eitt samlað verk har løgini virka bæði støk og sum ein eind. Løgini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum. Helvtin av upptøkurnum eru gjørdar í eini gamlari kykmyndahøll, UT Connewitz, eitt høli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga, mitt í Leipzig í Týsklandi. Eisini er tikið upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstøð í Bombay. Upptøkurnar blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli í London, meðan ljóðblandað varð í Støkumørk, Innan Glyvur.
Á LEIPZIG verða eyðkendu ORKA ljóðførini og døkka ljóðmyndin blandað saman við UK Bass og LA Beat, og omaná verða lagdar ísandi Norðuratlants røddir. Hesa samanrenning kallar ORKA fyri Club Gaze. Samanborið við annan tónleik ljóðar hetta sum J DILLA´s DONUTS, um tað varð framleitt av BURIAL, við norðurlendska melodiska viðkvæ
Tá ið ORKA varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðførini bygd á einum bóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur ORKA havt konsertir og spælt á festivalum um allan heim og samstarvað við kend nøvn so sum YANN TIERSEN, LV [HYPERDUB], OKTOPUS [DÄLEK], GRETA SVABO BECH, EIVØR og TEITUR.
LEIPZIG kemur út 13. juni 2014 gjøgnum Tutl, og eru føroyingar so hepnir at verða tey fyrstu, ið kunnu ogna sær útgávuna - hon verður í fyrstu atløgu bert til keyps í Føroyum. Ein altjóða útgávudagur kemur seinni í 2014. LEIPZIG kann pre-ordrast á www.tutl.com