Monday, June 9, 2014

Dimma nýtti gamlan strutsasið


Á heimasíðu Sprotans er mangt ymiskt at lesa, m.a. ein samrøða, sum Tórður Jóansson hevði við Pól F. Joensen í sambandi við, at Pól F. fyllti sjeyti. Fíni yrkjarin er ikki bangin fyri at siga hvat hann meinar um parnassið og er sum heild undirhaldandi ónøgdur við viðferðina av sær sjálvum milllum bókmentafólk, sum hann ikki helt nógv um, og als ikki teir lærdu, ei heldur sambandsfólk, tí Pól F. Joensen var eftir øllum at døma ein politiskur og frælsislyntur maður. Tá bókin »Millum heims og heljar« kom í 1942, sigur hann m.a., at Dimma nýtti gamlan strutsasið, stakk høvdið undir í fávitskudýpið og tagdi. - Dimma ljóðar av sonnum til at hava verið nokk so skørp, kunnu vit trúgva bert helminginum av uppáhaldunum hjá Pól F.Joensen:


"Í 1947 kom onnur økta »Millum heims og heljar« út. Dimma heilsaði henni við teimum orðum, at tað var synd í pappírinum, sum slíkt tvætl var prentað á, ungur asfaltmaður úr Hoyvík skeljaði mítt skalda­verk í spønir í Dagblaðnum, sum einkisvert, tá ið nøkur smáørindir vóru undantikin. Verði tað honum fyrigivið, tí blaðungur sum hann var, var hann ikki búgvin at taka nakað úr sínum egna brósti, tað var eitur, teir høvdu spýð niður í hann á flatlondum, sum hann her sprændi á meg. »Lívsins kvæði« kom so út 1957 og fekk somu móttøku av okkara andskryplingum við Dimmu á odda. Hon fann einans stríðið á Húna­landi vert at nevna og sýndi sítt margháttliga skaldaskyn við at seta eitt hitt veikasta ørindi í kvæðinum fram sum dømi um góðan skaldskap. Einki fullfíggjað yvirlit, hvaðna minni metan av mínum skaldskapi, hevur enn sæð dagsins ljós; sjálvt Rikard Longs frálíka útvarpsrøða á 60 ára føðingardegi mínum, fevndi ikki um hálvan mannin; tað sum aðrir hava sagt av góðum um meg, hevur verið heldur vatndeyvt og skilliga skrivað í ótta fyri ikki at samríma við akademiskar mótaskaparar; eg skal bert taka magistara Óla Jacobsens ummæli av skaldunum, sum standa í Poul P. M. Pedersens anthologi, umsetingar eftir føroyskum yrkjarum nevnd »Mellem bjerg og brænding«, sum dømi. Janus og Hans Andrias eru umrøddir hvør á sínum tveimum síðum, William, sum skrivar á donskum og er donskum lesarum alkunnugur gjøgnum bøkur og mong ummæli, hann fær heilar tríggjar og Chr. Matras tvær, og um Pól F. er ein sløk síða, hann er »en talentfuld« t. e. nevniverdur skemtari og spottari sipandi til Gravarferðina í tí gamla, annað tykist maðurin ikki at kenna ella halda vera vert at taka í munn av mínum skaldskapi og virki fyri mál og mentan og frælsi. Av yrkingum í somu bók eigur Janus 17, og tað er honum uppiborið, Hans Andrias 18, William 12, Christian Matras 13 og Pól F. 5, hin vanliga mannminkanin, bert eitt einasta lag er sett til sang av mær. 


Eg bað einaferð Waagstein gera okkurt lag til mín, og hann játtaði og bað senda sær sangin; eg so gjørdi, og eg fekk ikki orð ella eið aftur nakrantíð frá honum. Janus og eg hava, uttan ávirkan hvør av øðrum, føroyskað ella umyrkt »Udrust dig helt fra Golgatha« og »Brede sejl over Nordsjö går«, hóast mín sálmatýðing ivaleyst stendur mát við Janusar, er hon fjónað av øllum, og hansara sett í hásætið, ikki tí at hann var meiri gudrøkin enn eg, tann vegin kundi tað verið hipp sum happ við Pól. Og »Brede sejl over Nordsjö går« hjá Janusi hevur Waagstein við í skúlasangbók síni, hóast mín umyrking uttan nakað ivamál er so nógv betri enn Janusar. 

Útvarpið hevur fleiri ferðir havt sendingar av øllum eldri føroyskum yrkjarum, smærri sum størri og enntá onkrum, sum ikki er yrkjari, uttan kappanum útlagna Pól F., hann hevur tað ikki við. Thomas Nygaard hevði minnissending um Robert Burns; eg havi eisini umyrkt nógvar yrkingar eftir Burns í »Millum heims og heljar« og aðrastaðni, so ikki slapst undan at nevna meg við navni, men einki las hann upp av mínum yrkingum, men einar átta av Christiani Matras, og tað var ikki nóg mikið at tær vóru lisnar upp fyrst, men teir høvdu eitt heilt sangkór at syngja somu sangir umaftur; er slíkt ikki akademisk snobbing, so veit eg ikki, hvussu tað skal nevnast. Havnar sangfelag ella musikkfelag hava ongantíð, mær vitandi, hvørkin her heima ella á uttanlandsferðum havt ein einasta sang av mær. Hví  ? Eg haldi tað er snobbing. Soleiðis hevur verið alla mína tíð, teir kunnu ikki umbera seg við, at eingi løg eru til mínar sangir, tí eg havi við nógvar sangir viðmerkt, hvørji løg teir kunnu syngjast til, so atvoldin til hesa undirmetan av mær sum skald tykist eisini vera snobb. 

Hvussu eiðasørir enntá skald kunnu vera fyri skili í hábærsligari málbering og skaldskapi sæst eina best av, at Jens Pauli Heinesen, í Dagblaðnum, har hann ummælir útvarpið ofta, – ikki hevur tikið Bjargingar-bragdið hjá mær upp á tunguna, men beint aftaná við himmal­­vendum eygum er hann fallin á knæ fyri einum dekni, ið hevur lisið ein lestur sera væl í útvarpinum; slíkir eru orðførararnir fyri nýføroyskari mentan, og tó havi eg frá mongum monnum fingið takkarbrøv, og eisini manga munnliga tøkk fyri nevndu frásagnir í Seggjasøgum, ið stórt sæð siga tað sama, sum kendur skaldskaparkønur maður, sum eg hitti á Havnarferð í summar, segði við meg, at ongantíð hevði hann lisið ella hoyrt slíkan skaldskaparligan stórleik ella slíkt mergjað føroyskt mál. Eg kundi nevnt mong onnur dømir um mannminkan, men lat fara. 

Um nakar heldur meg bera harm og trega av lívslangari mótstøðu og undirmetan av mær sum skaldi, so fer hann skeivur, tí tað hevur ikki rinið við mítt sjálvsálit, góða lag og lætta lyndi, heldur enn at sletta vatn á fitjufugl. Eg kann hava kent harm í løtuni, men eg havi altíð kunnað tveitt tað til viks, og havi heldur sligið dygt aftur, tí eg haldi, sum teir fornu tóku til: Tak tær ikki mannminkan av minni manni at tær.

At vera bundin við lærarastarv, tað mest andsoyðandi virki, sum hugsast kann við sínum upp í saman tugdu vevjingum um bábylonskar steinaldarsøgur og jødiskar molbúarasagnir og annað putl í lívslanga tíð, tað beyð mínum íborna iva og granskandi viti og villa lyndi so hart ímóti, at eg kvetti av sum tann boheme, eg á botninum eri, og vildi heldur missa eyð enn mítt frælsi...."


Lesið alla samrøðuna her: http://sprotin.fo/show_news.php?NewsId=163




(KP)