Hoyrdi í eini útvarpsreklamu fyrr í vikuni, at einasta mentanarsendingin í
Kringvarpinum In Mente skuldi hava nýggjan vert. Eg bleiv beinanveg ørkymlað: - Uha,
hugsaði eg - vit vita hvat vit hava (tann dugnaliga Suna Merkistein og tað er
ikki lítið!) og vita ikki hvat vit fáa.
Nei, eg haldi meg ikki vera øgiliga konservativa,
men eftirhondini vænti eg mær næstan alt og einki, tá tað um mentan ræður og listin
plagar at tapa. Men nýggi verturin vísti seg at vera Gunnar Nolsøe og hann er jú
ikki helt óroyndur útvarpsmaður. Sendingin í dag var løtt, men góð við listini
og listafólkunum í miðdeplinum fyrst við eini samrøðu við Kristinu Sundar
Hansen, sum var nokkso nógv meira behagilig at lurta eftir enn tann samrøðan, sum var í
Degi og Viku. Støðan er eisini munandi broytt síðan sjónvarpssamrøðuna, sum var
upptikin áðrenn leikpremieruna, og Kristina Sundar Hansen hevur aftan á premieruna alla orsøk til at
vera nøgd við eina væl eydnaða verkætlan.
Ummælarapanelið var eitt sindur óvanliga
sett saman av einum leiklistarfrøðingi (Mikkjal Helmsdal), einum rithøvundi (Oddvør Johansen) og einum sálarfrøðingi (Súsanna Skaale) men eg haldi, at tað riggaði væl til høvið og tey trý dugdu væl á hvønn sín hátt at seta orð á
leikin. Fjøruti minuttir av mentanarsendingini fóru til leikin Sár á Sál, har var eisini ein stutt, men áhugaverd samrøða við scenografin, Hansinu Iversen og restin av tíðini fór til
Mentanarálmanakkan, har samrøður vóru við lista- og mentafólk, sum stóðu fyri
trimum útvaldum mentanartiltøkum. Hansina Iversen greiddi - hesa ferð í leiklutinum sum listakvinna - frá sínari framsýning Appilsingult í Stephanssonshúsi, Theodor Eli Dam prestur greiddu frá føstugudstænastum í
norðurstreymi og ymiskum mentanartiltøkum, sum verða fyriskipað í kirkjunum har og so fer Lív Næs at hava útgávukonsertir
í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, á Seglloftinum á Tvøroyri og í Klingruni í
Norðurlandahúsinum í Havn.
Gunnar Nolsøe dugir at práta, men hann dugir eisini sera, sera væl at lurta og tað er gott í eini tílíkari sending. Tað einasta, sum vit nú kunnu stúra fyri er, at alt verður tað bera rós og mentanarkæti og tað gongur ikki. Kritikkur og illsinnisgleps mugu eisini til! Men takk Kringvarp Føroya og tit, sum tóku lut í sendingini og takk, Gunnar Nolsøe fyri eina sera, sera áhugaverda mentanarsending.
(KP)