Í Mentan hesuferð er áhugaverd samrøða við Dennis
Agerblad, sum hevur gjørt um seg á øllum møguligum pallum.Føroyingar elska
country - siga mong. Birgir
Kruse skrivar um country-oyggjarnar. Vár í Ólavsstovu skrivar um, hví bókmentir
hava týdning, sum lærugrein í skúlunum. Bókavørðar
viðmæla, hvørjar bøkur kunnu lesast í summar, og úr Klaksvík er eitt ummæli av
hallarkabarettini Luktur í smakkinum. Nýggi formaðurin í Rithøvundafelag Føroya
svarar spurningum um støðuna hjá føroyskum bókmentum og um hansara
framtíðarvisjónir. Katrin Petersen skrivar um, at mentan kanska ikki er
nakað at flyta eftir og Kinna Poulsen um markleyslist í markleysum heimi. Á barnamentanarsíðunum verða tvær feskar barnabøkur
viðgjørdar. Plakatina hesuferð hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur gjørt.