Tuesday, March 25, 2014

Lista- og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp!


- Nei, mann kann guðsdoyð ikki ákæra útvarpssendingina In mente fyri at vera eitt elitert fílabeinstorn - hugsaði eg við mær sjálvum í áðni. Í dag var áhugaleikur í Gøtu og krimiungdómsleikur á Sandi á skránni í In mente, umframt at mentanarálmanakkin varð lisin upp. Hesi innsløgini um leikirnar kundu verið áhugaverd í antin Góðan Morgun Føroyar ella í tí frálíka Barnaútvarpinum, men at brúka tann dýrmetta og einstaka vikuliga mentanartíman til hetta, tykist mær oyslut. Rætt skal vera rætt, har var eisini ein rithøvundasamrøða í In mente og tað er í lagi, altíð áhugavert at hoyra hvat listafólkini sjálvi hugsa og ætla, og tey hava jú eisini innlit í tað, tey tosa um. Ikki ætli eg mær at finnast at vertinum í In mente, Gunnari Nolsøe, yvirhøvur ikki. Hann er ein sonn gáva fyri Kringvarpið, ómetaliga arbeiðssamur, trúgvur, áhugaður, og meira sjónligur í føroyskum mentanarlívi enn sjálvur borgarstjórin í Havn, og eg ivist ikki í, at Gunnar Nolsøe man arbeiða nógv fleiri tímar enn hann fær løn fyri, hann sæst í heilum til ferniseringar, konsertir í bygd og í bý um alt landið. 

Norðurlandahúsið er ein ómissandi mastodontur í føroyskum mentanarlívi, og húsið verður av sonnum og væl skiljandi í heilum inndrigið í In mente sendingarnar hjá grannanum, men tíverri er mentanarmiðlingin ofta heldur reklamukend og grunn, tey ymsu mentanartiltøkini verða lýst at vera "góð" og "fantastiskt" og dentur verður lagdur á, at øll eru vælkomin at koma í Føroya "heitasta" hús. Grønhærda mentanarborgin við síðuna av Kringvarpinum ynskir at lata upp fyri fólkinum, og tað skilji eg væl, tí tey verða alsamt fleiri í okkara grannalandum, sum eru farin at finnast at teimum dýru norðurlendsku mentanarkrónunum. Eg eri sannførd um, at vit sum fegin rinda okkara kringvarpsgjald halda, at mentan hevur stóra týdning og skal raðfestast, kanska skuldu mentanarborgirnar báðar í Sortudíki gingið fremst og fokusera uppá betri dygd og dýpd í mentanarmiðlingini. List og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp, ivin má sleppa framat viðhvørt og kritikkurin ikki minst. Eitt er vist og tað er, at dygd smittar! 


(KP)