Monday, June 9, 2014

Hansina Iversen gjørt listprýði til Hoyvíkar kirkju



Eitt nýtt listaprýði hjá Hansinu Iversen er komið upp í Hoyvíkar kirkju, aftanfyri prædikustólin. Tá ljósið er bjart úti, hevur kirkjufólkið verið órógvað av, at tey ikki hava sæð prestin nóg týðiliga á prædikastólinum. Tí varð gjørt av, at seta eitt listaprýði upp við vindeygað aftanfyri prædikastólin.
Í einari frágreiðing, áðrenn hon gjørdi hetta listaprýðið, segði Hansina Iversen í einum skrivi til kirkjuráðið í Hoyvík, at listaprýðið bleiv lagt við blaðgulli og silvuri á framsíðuni. Á baksíðuni, sum vendir út móti vindaeyganum, skuldi verða lakkað við blágrøna litinum, sum orglið í kirkjuni hevur.

- Listaprýðið er hugsað til kirkjuna, og skapað við virðing fyri kirkjurúminum og tignini, ið eitt kirkjurúm hevur. Íblásturin til verkið er frá dymbildagavikuni. Ovari parturin ímyndar tornakrúnuna, ið Kristus bar á høvdinum tá hann varð krossfestur. Loddrætta blaðið ímyndar eitt pálmablað. Tað kann eisini ímynda ein vong. Heildarmyndin gevur hugasamband til lívsins træ. Kirkjuprýði frá gotisku- og barokktíðini, í ymsum kirkjum í Evropa, hava eisini givið íblástur. Her er ein sjónvarpsupptøka hjá Kringvarpinum frá gudstænastuni í Hoyvíkar kirkju í gjár:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/06/08/gustnasta-r-hoyvkar-kirkju





(KP)