Tað er ein sera væl nøgdur føroyskur listamaður, sum úr Liverpool letur frætta, at ein rúgva av fólki hava verið á framsýning og at tey tóktust hugtikin av verkinum. Vit hava enn ikki fingið nakrar myndir frá ferniseringini, men seta inn nakrar myndir, sum kuratorfyritøkan Curated Place hevur tikið av Hanna Bjartalíð og hansara verki meðan tað varð sett upp.
http://www.curatedplace.com/ Á hesi fyrstu myndini er kassin komin við Samskip til framsýningarstaðið í Liverpool. Vit gleða okkum til serframsýningina hjá Hanna Bjartalíð, sum letur upp í Listasavni Føroya 13.oktober.