Wednesday, September 26, 2012

Tíðindaskriv: Leirvíkar skúli alment vístur fram


 
Hósdagin tann 27.sept. kl. 16.00 verður skúlin í Leirvík vístur fram fyri almenninginum. Skúlin er bygdur út við 2 skúlastovum, miðhøll og bókasavni. Uttanumøkið frammanfyri nýggja útbygningin er somuleiðis gjørt. Umframt útbygging av skúlanum eru vindeyguni í 61- skúlanum skift út og faldiveggur gjørdur millum stovurnar.Lærarar, børn og onnur, sum gera brúk av skúlanum, hava saknað eina miðhøll til tiltøk, sum framførslur av ymiskum slagi, tónleiki, spæli o.a.m., men nú er komið á mál við hesum, og fara vit at vísa skúlan fram. Í sambandi við útbygging og umbygging av kommunalum bygningum hevur Eysturkommuna samtykt at brúka 1% av kostnaðinum til listprýði.

Eysturkommuna hevur valt at brúka listakvinnuna Hansinu Iversen til listprýðingina í Leirvíkar skúla, tí ynski var at geva børnunum rúm og tíð til undran. Listin hjá Hansinu Iversen hevur ongan fasittlista, men setur heldur spurningar í staðin fyri at svara teimum. Og hon er bygd á eina djúpa og grundleggjandi undran, sum gevur børnunum møguleika at undrast. Listakvinnan hevur strikað øll spor fráveruleikanum, hon hevur skilt alt týdningarleyst burtur úr myndini, og í staðin skapað eitt formkonsentrat. Við at halda fast í týdninginum av sambandinum ella samanspælinum millum linju og lit, noyðir hon okkum at avvísa hugmyndina umlist sum eftirgerð, og í staðin verða vit tilvitað um reinar estetiskar hugleiðingar. Vit verða tilvitað um kjarnin í forminum, greiðu linjunar og dýpd litsins, og vit uppliva um somu stund tað kraftmikla, tað varisliga, andartakið og tað livandi.

Á skránni verða røður, framførslur hjá skúlabørnum eins og listakvinnan fær orðið og høvi verður – bæði hjá børnum og vaksnum - at fáa sær okkurt leskiligt.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Eysturkommuna