Friday, September 7, 2012

Heyst og list


Aftaná eina órímiliga drúgva summarfrítíð er mentanarlívið nú aftur við at ressa seg. Hetta er tíverri ikki soleiðis at skilja, at nakrar mentanarsendingar av tí slagnum, sum viðgera list, eru byrjaðar aftur í Kringvarpinum, tí hesum bíða vit enn eftir. Við nøkrum fáum undantøkum hevur listasummarið verið rættiliga deydligt. Men nú er okkurt spennandi í væntu, sum skilst verður eingin Heystframsýning og henni verður saknur í, men Hanni Bjartalíð er á skránni í Listasavninum í oktober. 

Tær ymsu mentanarligu nevndirnar í Tórshavnar Kommunu munu vera farnar til arbeiðis. Tí um hálvan september og tað vil siga í næstu viku fáa øll listafólkini, sum hava sent uppskot at prýða Boðanesheimið, boð um hvørt tey sleppa framat ella ikki. Tórshavnar Kommuna hevur sum kunnugt avgjørt, at 1,5 prosent av byggikostnaðinum skulu brúkast til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi og í sambandi við Boðanesheimið talan um 800.000 krónur. Tað er Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu, sum avger hvør skal prýða Boðanesheimið. 

Nevndirnar, sum skulu avgera hvør fær M.A.Jacobsens virðislønirnar eru  helst eisini farnar til arbeiðis, tí hesar virðislønir verða vanliga lætnar á føðingardegi M.A.Jacobsens og tað er um 10 dagar hin 17.september. Meira um hetta seinni.