Men áhugin var satt at siga heldur ikki serliga óførur, tá eg skrivaði til ávikavist Sigmund Ísfeld í Uttaríkistænastuni og Martin Næs í Mentamálaráðnum og greiddi teimum frá hesum listarligu gleðiboðum, at eitt føroyskt listafólk skuldi taka lut í Liverpool Biennial. Jú, á Uttanríkistænastuni vóru tey positiv, men máttu staðfesta, at teimum vantaðu pening til tílíkt. Mín fyrispurningur til tey og til Mentamálaráðið ljóðaði soleiðis: "Hanni Bjartalíð er boðin við á stóru listabiennaluna í Liverpool, ið letur upp 15.sep í ár. Hetta eru stórtíðindi og vit loyva okkum at skjóta upp at brúka hendan møguleikan hjá føroysku listini. Vit bjóða okkum fram at fara til Liverpool, haðani vit kunnu informera um biennaluna og tað, sum hendir har. Tá vit koma heim kunnu vit skriva eina frágreiðing um føroysku luttøkuna á biennaluni. Hildnir verða nógvir fyrilestrar í sambandi við biennaluna, og vit kundu hildið ein um Hanna Bjartalíð og um føroyska list. Alt okkum tørvar er at fáa ferðina fíggjaða. Er áhugi fyri hesum? Vit vilja fegnar útgreina okkara hugskot um áhugi er". Svarið frá Mentamálaráðnum var noktandi rutinusvar og ljóðaði soleiðis: "Vísandi til fyrispurningin niðanfyri verður boðað frá, at Mentamálaráðið tíverri ikki fær gingið umsóknini um ferðastuðul á møti. Í fyrstu atløgu var freistin at søkja stuðul til mentanarlig tiltøk úti 15. mars, og í aðru atløgu er eingin játtan tøk til endamálið."
Og tað er als ikki vist, at tað skuldi vera júst vit á listablogginum, sum skuldu til Liverpool, men tað er undir øllum umstøðum heilt ómetaliga stórt spell, at einki er gjørt frá føroyskari almennari síðu fyri at brúka henda gylta møguleikan fyri at gera vart við Føroyar. Sum skilst hevur heldur eingin privatur sponsor í Føroyum tikið av møguleikanum fyri at kunna reklamera fyri teirra vøru í framsýningartilfarinum, niðast á blogginum eru ymsir sponsorar til Liverpool Biennaluna og sum tit síggja eru nógvir, men biennalan er eisini stór í sær sjálvum. Heili 242 listafólk eru við og tá biennalan seinast var hildin, vóru 628.000 vitjandi, og av somu orsøk hevur tað stóran týdning fyri listafólk at sleppa við á biennalurnar, tí tað er her, tey koma í sambandi við onnur innan listaheimin, eins og luttøka á biennalunum økir um útbreiðsluna av kunnleikanum til listafólkini. Danska listaráðið (Statens Kunstråd) bjóðar javnan útlendskum kuratorum frá ymsum biennalum til Danmarkar at hitta listafólk, og hetta hevur við sær, at donsk listafólk fáa møguleikan at gerast altjóða kend samstundis sum tey eru framúrskarandi sendifólk fyri teirra heimland. Tað er einki, ið forðar okkum í at gera tað sama sum Statens Kunstråd, og hetta skuldi heldur ikki verið so dýrt, men enn verður einki gjørt frá føroyskari síðu fyri at skipa fyri onkrum tílíkum. Mentamálaráðharrin legði í røðu sínari fyri Tróndi Patursson í gjár dent á týdningin, at føroysk list verður umboðað á stórum listafestivalum og hesum hevur hann æviga rætt í. Men tað er umráðandi, at føroysk luttøka á lista- og bókmentafestivalum verður umsitin á skynsaman hátt. Tað má endiliga ikki blíva eitt høvi hjá onkrum tilvildarligum fólkum í embætisverkinum og politikarum at fara avstað fyri at fáa eina góða ferð burturúr. Vit mugu hugsa professionelt, at úrslit skulu spyrjast burturúr tílíkum íløgum. Eg eri sera fegin at síggja og lesa í Dimmalætting hvussu Tróndur Patursson verður fagnaðar, tí hansara luttøka í Nordic Cool í Kennedysavninum er serstakliga týdningarmikil fyri okkara land. Tað sama er galdandi fyri luttøkuna hjá Hanna Bjartalíð í Liverpool. Eg vóni, at vit føroyingar skjótt vakna og ásanna, at listafólkini eru okkara allarbestu umboð. Listarliga eru vit longu í fremstu deild.
Since 1998 Liverpool Biennial has
• commissioned over 200 new artworks
• worked with 279 artists from 72 different countries
• worked withLiverpool
residents to deliver 33 public artworks in local communities
• attracted 628,000 visitors who made 834,000 visits to Liverpool Biennial 2010
• generated an economic impact for the city of £27m during Liverpool Biennial 2010.
• worked with 279 artists from 72 different countries
• worked with
• attracted 628,000 visitors who made 834,000 visits to Liverpool Biennial 2010
• generated an economic impact for the city of £27m during Liverpool Biennial 2010.
Principal Funders
Liverpool Biennial was founded by James Moores with the support of:
Patrons
Andrew and Liz Collinge
Michael William Halsall
Paul & Elizabeth Reeve
Nicholas and Alex Wainwright
Simon Edwards
Anna Fox & Peter Goodbody
Daniel and Alison Rees
Lesley Horner-Robinson
Official Partners
Visitor Services Partner
National Travel Partner
Long Night Partner
Official Hotel Partner
Official Bar Partner
Official Restaurant Partner
City States Partner
Official AV Partner
Project Sponsors
Sky Arts Ignition: Doug Aitken - The Source
with additional support from Tate Liverpool Members and LUMA Foundation
Supporters
Project Supporters
The Steel Charitable Trust
Galleries
Vitamin Creative Space
GALLERY OPDAHL STAVANGER / BERLIN
International Agencies
Argentina
Australia - This project has been assisted by the Australian Government through the Australia Council, its arts funding and advisory body
Canada
Czech Republic
Denmark
Finland
France
Germany
Iceland
Israel
Netherlands
Norway
New Zealand
Singapore
Spain
Switzerland
Taipei
Tunisia
Kamel Lazaar Foundation