Anne Ryan: Kollasja (1950)
Mark Rothko og Barnett Newman eru
heimskendir listamenn og flest listaáhugað munu vita, at teir vóru høvuðspersónar í abstraktu ekspressionismuni, ið tók seg upp
eftir kríggið í Amerika. Men hvat við Charles Seliger, Mark Tobey ella Anne
Ryan? Ofta verða listarák myndað av nógv fleiri listafólkum enn teimum, sum eftirtíðin
velur at kanonisera. Í løtuni er ein áhugaverd framsýning í Whitney Museum of
American Art í New York við heitinum Signs & Symbols, sum kannar og kunnar um ymisk
listafólk, ið eisini vóru partar av abstrakt ekspressionistiska rákinum. Hetta er sera áhugaverd framsýning, har tey í staðin fyri at avmarka rák og hugtøk, víðka um við denti á eitt nú europisku
ávirkanina frá t.d. kubismu og surrealismu. Framsýningin heldur á inntil 28.oktober.
Aaron Siskind: New York 2 (1951)