Tuesday, September 11, 2012

Marie Krøyer í Havnar Bio



Sunnudagin 23.september klokkan 18.00 skipar Steinbrá fyri almennari sýning av nýggja filminum hjá Bille August "Marie Krøyer" í Havnar Bio. Filmurin snýr seg um listakvinnuna Marie Krøyer, Marie Triepcke Krøyer Alfvén (11/6-1867 - 25/5 1940) sum man vera mest kend gjøgnum sítt giftarmál við P.S.Krøyer, ið er ein tann mest viðurkendi og fagnaði av Skagensmálarunum. Í filminum eru vit stødd í kunstnarakoloniini Skagen í byrjanini av 1900-talinum og hoyra søguni sagda um Marie, ið als ikki hevði eitt so lætt og herligt lív eins og vøkru ljómandi myndirnar av henni á strondini í Skagen kundu týtt uppá. 

Tá í tíðini var als ikki lætt hjá kvinnum at koma sær uppí listaumhvørvið og verða tiknar í álvara, men Marie Krøyer var ein viljasterk ung kvinna, ið vildi gerast listakvinna og foreldur hennara stuðlaðu henni. Á  henda hátt eydnaðist henni at byrja at mála hjá Kristian Zahrtmann og í París sat hon lið um lið við Onnu Ancher í atelierinum hjá Puvis de Chavanne og málaði. Anna Ancher, sum jú eisini er millum tey týdningarmestu av Skagen-listafólkunum var vinkona Marie gjøgnum alt lívið. Skagensmálararnir eru enn í dag serstakliga høgt í metum millum fólk, teirra vøkru myndir vóru og eru enn sera væl dámdar á sama hátt, sum franska impressionisman, haðani Skagensmálararnir funnu íblástur, eisini er tað. Listafólkini fingu nakað serligt burtur úr ljósinum í Skagen og ljósið er sum kunnugt serliga umráðandi fyri impressionistisk listafólk. Kunstnarakoloniin í Skagen fær sum heild íblástur sín úr París og impressionistiskt inspirerað listafólk úr øllum norðurlondum komu hesa tíðina til Skagen at búgva longri og styttri tíðarskeið serliga um summarið, tá veðrið var til at mála uttandura. Impressionisman tekur støði í plein air málarínum, har listafólk fara út úr atelierinum at mála. Ídnaðarsamfelagið og vísundaliggerðin av samfelagnum yvirhøvur ávirkar eisini listina og impressionistarnir royna hesa tíðina á miðvísan hátt at vera trúgvir yvir fyri myndevninum soleiðis sum teir síggja tað, upployst í ljósi. Nógvir av rithøvundunum og myndlistafólkunum koma úr Keypmannahavn, Georg Brandes, Holger Drachmann, Christian Krogh osfr. vóru t.d. ofta og vitjaðu í Skagen. Biograffilmar um listafólk eru sum lundi á jólanátt her á okkara leiðum, so eg gleði meg. Atgongumerki fáast sum vanligt í Havnar Bio fyri 60 kr. til hesa sýning. Undan sýningini sigur Bárður Jákupsson frá um Mariu Krøyer. Vanligi prísurin er annars 85 krónur fyri atgongumerkið.

Kunning um Marie Krøyer og myndir hjá P.S.Krøyer: