Fernisering verður í Norðurlandahúsinum.
Fríggjadagin 14. september kl. 17.00.
Framsýning verður við fimm listafólkum ú Japan,
ið øll eru knýtt at ella útbúgvin frá kenda listaakademinum Nagoya University
of Arts.
Tað er Sigrun Gunnarsdóttir, ið hevur fingið
hesa framsýning í lag. Á workshop í Remisen í Brande við listafólkum úr øllum
heiminum, fekk Sigrun samband við Nagoya University of Arts, og hon varð boðin
at luttaka á workshop á NUA. Uppihaldið í Japan gjørdist byrjanin til vinarband
og samstarv millum føroysk og japansk listafólk. Eitt samstarv, ið hevur slóað
fyri, at japansk listaframsýning nú á
fyrsta sinni verður at síggja í Føroyum.
Tey
fimm listafólkini eru Masayuki Nishimura, Minako Kato, Mai Shibata, Licca Ito
og Noriko Ishida. Tey siga soleiðis um Føroyar og framsýningina:
“Føroyar
hava eina stórfingna náttúru, so nógv øðrvísi enn Nagoya, har ið vit búgva.Vit
eru sera takksom fyri, at framsýningin kann verða eitt sovorðið stað, og vit
vænta eina stóra ávirkan av ferðini. Ætlanin
er, at framsýningin skal ferðast í Nagoya og Osaka í 2013. Vit vóna, at
framsýningin fer at fáa vælvilja og vinarband í lag millum Føroyar og Japan. Vit takka øllum, ið tað viðvíkur, fyri hesa
framsýning.”
Japanska framsýningin er í húsinum til og við
28. oktober 2012.
Listafólkini verða til staðar á ferniseringini.
Les meira á www.nlh.fo
Vælkomin í Norðurlandahúsið