Saturday, September 29, 2012

Vitskuvíðkandi avbyrgingar



Vit, sum hava áhuga fyri føroyskum yrkingum, hava alla orsøk til at fegnast í løtuni og kunnu sóla okkum í glæmuni frá bókmentaligu sensatiónini, sum var almannakunngjørd mánadagin, at Sissal Kampmann hevur fingið ta tignarligu og týdningarmiklu debutantvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg. Men longu áðrenn armarnir eru dalaðir niður, fara teir hervið upp aftur at fagna nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen, sum setur heilt nýggjan prentlistarligan standard fyri yrkingarsøvn. Avbyrgingar er eitt einastandandi bókaverk, ein listarlig heild, sum bæði við orðum og myndum rørir áskoðaran og lesaran inn á sálin.

Bókin er úrslit av samstarvi millum yrkjaran og myndlistamannin Tórodd Poulsen, Steinprent og Føroyaprent. Eitt nýtt yrkingarsavn hjá Tóroddi Poulsen er áhugavert í sjálvum sær, men í nýggja savninum fáa vit tíggju upprunagrafiskar myndir oman á tað heila, umframt permuna, ið altso eisini er eitt originalt steinprent, sum prentarar í Føroyaprenti hava fingið til umbrótingar og at innbinda saman við restini av tilfarinum.


Bókin, ið fevnir um hundrað síður, er blivin júst so mikið forkunnug, sum ein kundi vónað, tá hennara upphav er ein myndlistarligur og poetiskur nýskapari sum Tóroddi Poulsen. Tvær ferð hevur hann fingið Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens og eisini hevur hann fleiri ferðir verið innstillaður til ta stóru Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina. Ummælarin og yrkingaelskarin, Lars Bukdahl helt avgjørt, at Tóroddur Poulsen (den mest modvillige og knarvorne nationalpoet, som tænkes kan) átti at havt fingið ta norðurlendsku heiðurslønina fyri Útsýni, tá danska umboðið nú ikki vann, og har er undirritaða als ikki ósamd. Avbyrgingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru existentialistiskar ella kanska kunnu vit siga, at tær eru existens-terminatoristiskar, tí sjálvandi snúgva tær seg í rættiliga stóran mun eisini um lívsins íhald, um deyðan ið verður lýstur bæði sum fyribrigdi og nærstaddur veruleiki. Sostatt kunnu vit siga, at yrkjarin og myndlistamaðurin fylgir teirri somu sorgblíðu slóðini, sum vit kenna frá teimum seinastu yrkingarsøvnunum. Somuleiðis sæst sama lyndið til økta økonomisering, at orðini gerast alsamt færri, so at reglurnar sjáldan eru settar saman av meira enn einum ella tveimum orðum. Á henda hátt gerast yrkingarnar meira konsentreraðar og beinraknar eins og smáar tilverusøgur, sum eru dyppaðar í sýrubað, so at alt óviðkomandi er etsað burtur. Summar av yrkingunum eru næstan pínufullar at lesa, so neyvt og eirindaleyst eru tær orðaðar, t.d. yrkingin um friðin undir lakinum, sum verður órógvaður av gráti.

Yrkingarnar eru modernistiskar og tað merkir í stuttum, at tær ikki altíð eru so lættar at skilja - tó eru yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eisini ofta so mikið einfaldar, at tey, sum krevja sjónlig prógv fyri handaverk (sum t.d. rím og lekrar orðingar), hava ilt við at góðtaka teirra einfeldi. Tóroddur dyrkar tað banala, tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir sum eingin annar føroyskur yrkjari at orða tað óvæntaða í einføldum, óuppgjørdum orðingum, so at tú sum lesari følir fruntin fara upp frá av bilsni yvir alt tað spildurnýggja, sum brádliga myndast í tínum huga. Við eini orðing hjá Christiani Matras kunnu vit kanska lýsa yrkingarnar og myndirnar hjá Tóroddi Poulsen at vera vitskuvíðkandi. Yrkjarin dugir sjáldsama væl at skriva millum reglurnar, so at yrkingin gerst ein lopfjøl hjá lesaranum til at gera sær allahanda assosiatiónir, t.d. í ófrættakendu yrkingini á síðu 18: "tá tónleikurin/ tagnar/ fer lampan/ undir loftinum/ at sveiggja.".

Føroyar og føroyska landslagið eru ongantíð serliga langt burturi í hugaheimi yrkjarans og visuellar og sansaligar upplivingar og minni hava sum heild stóran týdning. Metabolisma er grundleggjandi í yrkingunum hjá Tóroddi, bæði sum skap, men eisini innihaldsliga verður grundað nógv yvir stoffskiftið, hetta at vit menniskju einaferð verða partar av jørðini. Deyðin verður yvirhøvur postivt lýstur, moldin og móran eru reinsandi og í deyðanum nær yrkjaraegið endiliga ta fullkomnu og reinu tøgnina. Yrkingarnar í nýggja savninum tykjast stundum absurdar og ofta eru tær dreymakendar, surrealistiskar:

einasti
gesturin
á heimsins
einasta
gistingarhúsi
fær sær
morgunmat

Afturvendandi evnið í savninum er einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið styttist. Hetta temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum sjómansknútum, av isolerandi rimum ella einum gravsteini. Hetta ljóðar kanska heldur deprimerandi, men er tað yvirhøvur ikki. Tá evnið verður lýst á so originalan hátt og við so stórum listarligum yvirskoti, sum Tóroddur Poulsen megnar at gera tað, gerast Avbyrgingar tvørtur í móti eitt upplyftandi upplivilsi hjá lesaranum. Listarlig skapan og mál eru eisini afturvendandi evni hjá Tóroddi, sum í fleiri yrkingum tykist grunda yvir viðurskiftini millum orðini og tingini. Við orðingini "das ding an sich" sipaði Kant til lutin í sjálvum sær, sum hann er uttan tulking og meting. Hann brúkti orðingina sum øvugta av fyribrigdinum. Á ein hátt kunnu vit siga, at Tóroddur Poulsen fer júst hin vegin, tí í hansara heimi ræður fyribrigdið og fatanin av fyribrigdinum á øllum, eisini á minninum og á teimum lygnum, sum subjektiva minnið áhaldandi skapar.

Við Avbyrgingum er sjøtul settur á nýtt samstarv millum Føroyaprent og Steinprent, ið ger tað møguligt hjá Steinprenti at geva fleiri listapoesibøkur út, Søren Ulrich Thomsen hevur skrivað ta næstu bókina, sum Claus Carstensen hevur myndprýtt. Hon kemur eftir ætlan út fyrst í desember.

Tóroddur Poulsen: Avbyrgingar: 100 síður. Steinprent er útgevari. Stuðlað verkætlanini hava: Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentanargrunnur Landsins og Føroyaprent. Bókin fæst í Steinprenti og í bókhandlinum. Hon kostar 350 krónur.

(KP)