Monday, September 3, 2012

Listasavnið í heyst



Nils Ohrt, Listasavn Føroya

Summarfrítíðin er av hjá teimum flestu, og tí er tað kærkomið, at Listasavn Føroya nú setir sjøtul á heysthálvuna, har framsýningar, fyrilestrar og listasamrøður standa á skrá. Leygardagin 1. sept. heldur yvirritaði fyrilestur á savninum, har hann fer at greiða frá sambandinum millum føroysk listafólk og gomlu evropeisku meistararnar. Hóast føroysk myndlist var sein á veg í listasøguni, hava føroysk listafólk tikið listasøguna til sín, bæði til íblásturs og láturs.

Fríggjadagin 7. september letur fyrra serframsýningin í heyst upp, og tað er íslendska listakvinnan Jónína Guðnadóttir (1943), ið sýnir fram. Íslendsk myndlist hevur væl meiri enn tann føroyska verið avantgarde, og gosoyggin í útnorðri er rættiliga merkt av altjóða minimalismu og konseptlist. Jónína Guðnadóttir er leirkerakvinna og arbeiðir við einføldum og strongum installatiónum, ið sigur frá einari søgu, t.d. um dálking, íslendska gudalæru og hennara egnu barndómsupplivingar í gamla bóndasamfelagnum.

Seinna serframsýningin í heyst letur upp leygar­dag­in 13. oktober, og tað er føroyski listamaðurin búsitandi í Finnlandi, Hanni Bjartalíð (1968), ið sýnir fram. Hann fær frásøgn og abstraktión, tað ráða og tað fína at renna hegnisliga saman í sínari list. Ein týðandi partur av framsýningini hjá Hanna Bjartalíð eru smáu »standmyndahúsini« úr avlops- og endurnýtslutræi. Tað eru »hús«, ið rúma onkrum gróðrarmiklum og frásagnarkendum: At kaga inn í tey er sum at kaga inn í sjálvan seg, inn í sítt egna »eg-hús«. Húsini sipa til spælihús frá barndóminum, úthús, seyðahús og býlisgarðar, og harvið føra tey eitt grundtema í klassiskari føroyskari myndlist víðari: bygdina við havið.Húsini hjá Bjartalíð eru harumframt í ætt við modernað rák innan byggilist sum dekonstruktivismuna, tí tey tykjast vera loyst eitt sindur sundur, og um somu tíð eru tey viðmerkingar til samspælið millum rúm og flata. Á tann hátt hava húsini samband við abstraktu royndirnar frá 1920´num. Í sambandi við, at framsýningin letur upp 13. oktober, hevur yvirritaði samrøðu við Hanna Bjartalíð um hansara list, menning og íblástur.

Árligi Savnsfagnaðurin verður sum vanligt í heystfrítíðini hjá skúlunum í døgunum frá 15. til 19. oktobur - í samstarvi við Sjósavnið og Søvn Landsins. Evnið í ár er aldur og verður tað viðgjørt víð eini røð av tiltøkum, ið geva bæði børnum og vaksnum nakað at hugsa um.




Seinni verða tveir fyrilestrar um listasøguligar kempur. Leygardagin 27. oktober verður fyrilestur um mæta italska endurreisnarmálaran Michelangelo og hansara prýðing av tí Sixtinska Kapellinum í Róm. Á allan hátt list á hægsta støði og ein fagnaður av menniskjanum, skapað í Guds mynd. Leygardagin 1. desember verður fyrilestur hildin í sambandi við, at jólini nærkast í hvørjum. Fyrilesturin verður um eitt myndevni hjá mæta hálendska meistaranum Rembrandt, ið ferð eftir ferð málaði ta Heilagu Familjuna, Mariu Moy, Jósef og Jesubarnið, har hugnalig borgarligheit og stóra dramatiska frelsusøgan komu saman í eina hægri eind. Fyrilestrarnir (tó ikki samrøðan) verða eisini hildnir í Klaksvík. Nær og hvar sæst á heimasíðu savnsins.




Mortan Ó. Vang týddi úr donskum