Wednesday, September 12, 2012

Tróndur Patursson til Washington DC


Tróndur Patursson hevur fingið tann stóra heiður at verða eitt av høvuðsnøvnunum á stóra listafestivalinum Nordic Cool, sum verður í The Kennedy Center í Washington D.C. í februar næsta ár.

The Kennedy Center er eitt av heimsins størstu mentanarhúsum og væntandi verða fleiri 100.000 vitjandi á festivalinum, sum varir ein mánað.

Meira um The Kennedy Center:  http://www.kennedy-center.org/
Fyribils skrá: http://www.kennedy-center.org/programs/festivals/12-13/nordic/