Monday, September 10, 2012

Gevið mentanarelituni eitt klemm



Orðið verður oftast brúkt niðrandi, haldi eg. Mentanarelitan. Og gjarna er tað mentanarelitan í Havn. Tey sum halda, at tey vita betri enn øll hini. Tey, sum halda seg hava góðan smakk. Eg havi sjálvdan hoyrt nøkur nøvn nevnd, vit vita eyðsýniliga øll hvørji tey eru, limirnir í mentanarelituni.

 Í grundini eri eg eisini fullkomiliga líkaglað, vit menniskju leggja hvønn annan undir alt millum himmal og jørð og býta hvønn annan upp í bólkar, og summar bólkar dámar okkum og aðrar dámar okkum ikki, og tað er í lagi. Men eg haldi tað vera áhugavert at síggja hvussu bardagar kunnu blíva við at kykna millum mentanarelituna og ymiskar aðrar bólkar.

Fyri tíðina hoyra vit um eina heimsumfatandi ósemju millum mentanarelituna, helst ikki hana í Havn, og ein bólk, ið nevnist húsmøðurnar, og tær eru eftir øllum at døma heilt ómetaliga nógvar og hava tað til felags, at teimum dámar bleyta porno. Tað skuldi mann jú hildið, at kundi gjørt mentanarelituni tað sama, men tað eru tey eftir øllum at døma ikki heilt, í øllum førum fata húsmøðurnar tað sum um tey ikki eru heilt líkaglað.

Tí tey, mentanarelitan, ummæla tær bøkurnar, haðani húsmøðurnar fáa teirra bleyta pornofix og hetta eru ikki fitt ummæli. Tey halda snøgt sagt, at tað er nakað lort, fult av klisjéum, heiladeytt ,pínligt lort og so rysta tey teirra stóru høvd um milliónamongdirnar, ið verða seldar av hesum bókmentaliga skramblinum. Hesum vilja húsmøðurnar ikki finna seg í, tí tað er jú næstan tað sama sum at siga, at tær eru býttar.

Tað er heldur ikki serliga pent gjørt, vit hava jú øll satt at siga notið eitt reality show ella eina lættisoppabøkur av og á og vit kundu jú verið fitt og sagt, at alt er gott. Men tað er tað jú fyri tað fyrsta ikki og fyri tað næsta tosa mentanarelitan og húsmøðurnar framvið hvørjum øðrum. Mentanarelitan tosar um málið, sum ikki er ment, sum er merkt av tanlaðum máliskum og veikum setningum, húsmøðurnar tosa um teirra gleði við at droyma um ein ríkan, vakran, amerikanskan superelskara.

Tað endar sjálvandi við, at mentanarelitan er tann ónda, bæði tí tey eru færri enn húsmøðurnar og tí tey bara eru ónd, tað er staðfest. Tí sjálvandi kunnu tey vera líkaglað um, at tað í øðrum hvørjum húsum í hesi klikkaðu verð, sitir ein húsmóðir og lesur "Fifty Shades of Grey” við gløðandi reyðum kjálkum - tey kundu kanska enntá glett seg um tað - men húsmøðurnar kunnu sanniliga eisini vera líkaglaðar við, at onkur heldur okkurt annað enn tær, onkur sum hevur lisið bókmentir og lært eina rúgvu og sum metir, at tað ikki er ein bókmentaligur klassikari talan er um. Tað tykist onkuntíð sum um mentanarelitan verður definerað sum tey, ið meina okkurt annað enn flest fólk, men ofta snýr tað seg bara um, at mann tosar um ymisk ting. Tað haldi eg í grundini er eitt sindur synd, gevið teimum eitt klemm næstu ferð tú ert í Havn.

(IS)