Wednesday, September 19, 2012

Bjarne Werner Sørensen sýnir fram



Náttúran er av stórum týdningi í myndaheiminum hjá Bjarne Werner Sørensen, men ikki á sama ítøkiliga hátt, sum vit eru von við í føroyskari list, har landslagið er myndevnið, ið støðugt verður tulkað við ymiskum kenslulag. Tað yður og krýpur og livir í steinprentunum hjá Bjarne Werner Sørensen, sum hava ikki so fáar líkheitir við tónlistaverk. Og kanska kunnu vit siga, at náttúran er til staðar í teimum á abstraktan hátt eins og eitt hugsjónarligt grundstøði undir organisku
mynstrunum í hansara prentum. Fríggjadagin 21.september klokkan 16 letur upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð, ið fevnir um tíggju ára samstarv millum Bjarne Werner Sørensen og Steinprent, har listamaðurin m.a. hevur gjørt tríggjar røðir av steinprentum. Bjarne er danskur listamaður, ið er ættaður úr Froðba, listamaðurin hevur skipað fyri framsýningum í Føroyum og síðan byrjanina hevur hann verið limur í Heystframsýningarbólkinum, og hevur gjørt teirra framsýningarkatalog á hvørjum ári.

Í sambandi við framsýningina verður givið út eitt katalog við litmyndum av verkunum og av arbeiðnum í Steinprenti. Tekstin hevur Kinna Poulsen skrivað, hon skrivar m.a. um heitini á steinprentsrøðunum: "Heitini á steinprentsrøðunum sipa í ein vissan mun til náttúrufyribrigdi, "Stenskygger" sipar eisini ítøkiliga til steinprentstøknið, meðan "Indfald" bæði kann snúgva seg um eitt hugskot og um tilvildarligar ljósglottar. Heitið á nýggjastu røðini "Domino" kundi bent á, at okkurt nýtt er í ferð við at henda, í øllum førum hevur domino einki sum so við náttúru at gera. Nýggju prentini eru at kalla ørkymlandi øðrvísi í mun til tær eldru grafisku myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen. Hetta slagið av geometriskari abstraktión við landslagskendum assosiatiónum til sólarris tykist onkursvegna alt ov gamaldags og einfalt til sofistikeraða listamannin. Men hyggja vit nærri og hugsa vit okkum um, geva eisini hesar myndirnar seg inn undir heildina í grafiska verkinum hjá Bjarne Werner Sørensen, sum er stýrd av tilvildini í skipaðum, seriellum kombinatiónum. Sum kunugt sipar Domino um nakað til tilvildarinnar spæl og í grundini eru hvørki tríkantar ella rundingar á myndunum serliga regluligir í skapi. Eisini geometriska skipanin fær hervið eitt evarska lítið skump, so at allir myndaliðir gerast skeivir og óregluligir og hvør veit um ikki Dominomyndirnar eru kanska eitt slag av lyklamyndum hjá listamanninum, sum veit, at jú longri tú hyggur, jú meira í iva verður tú um hvat tað er, sum tú sært. Tað, sum á einari mynd líkist lívgevandi sólargeiðslum, minnir í eini aðrari mynd mest um eitt hol í pappírinum og á sama hátt sum tað er galdandi við tiltikna vasanum hjá Rubin, ber ikki til at halda fleiri fatanum føstum í senn. Antin sært tú figurin ella sært tú grundina og tað er eins og órógva tey ymisku løgini í kompositiónini hvørt annað í hesum merkiliga óhomogenu myndunum..". Fernisering verður 21.sept frá 16-18. Framsýningin er at síggja inntil 17.november. Øll eru hjartaliga vælkomin. Okkara stuðlar framsýningini.