"At vera bundin við lærarastarv, tað mest andsoyðandi virki, sum hugsast kann við sínum upp í saman tugdu vevjingum um bábylonskar steinaldarsøgur og jødiskar molbúarafrásagnir og annað putl í lívslanga tíð, tað beyð mínum íborna iva og granskandi viti og villa lyndi so hart ímóti, at eg kvetti av sum tann boheme, eg á botninum eri, og vildi heldur missa eyð enn mítt frælsi...".
Vit ætla komandi dagarna at leggja onkra av teimum fínu yrkingunum út her á bloggin, men lat tað vera sagt alt fyri eitt, at hesa bókina eiga øll tey, sum hava minsta áhugan fyri føroyskum bókmentum at eiga. Hon fæst her: http://sprotin.fo/?sida=utgavur&bok=200&type=1