Saturday, September 29, 2012

Ársins ræðusøga


 http://www.fmr.fo/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/fe7169f9-897a-4a6b-8d77-ac9787827054/adce2c22-8aeb-4a18-8557-b9e1c8801977.jpg

Ársins mest umrødda útgáva, Fíggjarlógaruppskotið, kom á gøtuna fríggjadagin og nú er tað lisið. Vit kunnu eyðmerkja verkið sum eitt slag av faktión, har veruleiki og ímynd ganga hond í hond, men har eru eisini íblandað drøg av science fiction við undrunarverdum fyriboðanum um framtíðina, eins og verkið er merkt av bæði dramatiskum, episkum og instruerandi tekstaslag. Verkið gerst tó ongantíð poetiskt.

Talan er um eitt serstakt sjangrubland og soleiðis sæð eisini um eitt stílbland. Formurin er merktur av endurtøkum av talrøðum, sum skapa eitt slag av eind og sum stramma tað upp, men sum eisini minnir eitt sindur um dadaismu ella um aðrar ismur við lyndi til tað absurdistiska.


Eg havi hug at siga okkurt pent um innihaldið, og tað verður, at tað altíð er áhugavert at verða mint um hvussu samfelagið er sett saman. At síggja aftur hvussu ein rúgva av feløgum, arbeiðsplássum, organisatiónum og nógv annað mynda tað samfealgið, vit liva í, og hvussu tey fáa í lut eitt tal í part til tess at fata hvussu umráðandi ella óumráðandi, tey eru fyri okkum onnur. Tað er hugtakandi og ræðandi og alt gott um tað, men tá mann hevur lisið eldri partar av av Fíggjarlógaruppskotinum, eru sjálvandi nakrar endurtøkur. Hóast nakrir smáir skelkir koma av og á, verður lesturin so líðandi eitt sindur keðiligur. Tí gleddi eg meg til at koma til tað mest spennandi kapitlið í verkinum, nevniliga § 7. Mentamál. Tað er her vit síggja, hvussu rithøvundurin er settur saman, um her er dýpd, ond og visión og um nøkur ætlan yvirhøvur er við hesum digra verki ella um tað bara er tómt og líkasælt alt. 



Tað fyrsta, eg kom í tankar um, snúi seg ikki so nógv um verkið, men um meg sjálva sum lesara. Eg uppdagaði um meg sjálva, at eg eri ein góðlyntur og bjartskygdur romantikari, sum enn gerst bilsin av øllum nullunum, sum eru stødd framman fyri líkindunum hjá Tjóðpalli Føroya fyri at fáa ein pall. Eg haldi næstan ikki, at eg hoyri politikarar tosa um annað enn hvussu ernir teir eru av teirra nationalteatri og hesum havi so eyðsýniliga verið nóg býtt til at trúgva. Sjálvandi er ikki ein tann einasti av samgongulimunum errin av nøkrum tjóðpalli, tað skal mann ikki vera serliga kvikur lesari fyri at gjøgnumskoða.

Tað næsta, sum eg kom í tankar um, var at umsiting av Mentanargrunninum kostar heilar 473 000 kr um árið og har mátti eg noyðast at brúka mín egna fantasi, tí har eru ongar pedagogiskar frágreiðingar í bókini, og tað er jú vanliga gott, men míni ímyndingarevni vórðu av sonnum roynd, meðan eg las.


Men hatta slagið av forargilsi um smábrek hvarv í ein fart, tá eg skilti nakað nógv verri. Meðan einki verður skorið í teimum nógvu pengunum, sum Mentanargrunnurin hevur til umsiting, verður tikið dúgliga av tí, sum Mentanargrunnurin er settur á fold at gera. Nevniliga at tryggja okkum eitt gott listalív her á landi í trivnaði og til gagns fyri okkum øll. Í 2012 fingu tey 6 412 000 krónur til stuðul av føroyskari list og í 2013 verður upphæddin skerd til 5 246 000 kr, ein skerjing uppá góða millión. 



Her fall alt til jarðar. Hetta var jú eitt ræðuímynd, sum hevði fingið fullkomiliga katastrofalar avleiðingar fyri føroyska list, og brádliga tykist hetta nýggja verkið mest átøkt eini ræðusøgu. Tí at hugsa sær, um vit tóku listina burtur, um vit brádliga lótu listina fara úr landinum. Eg sá fyri mær hvussu allar hinar paragraffirnar í bókini eisini fóru at hvørva, hvussu arbeiðspláss, feløg osfr. fóru at syndrast saman við listini og hvussu vit øll fóru at hvørva. Eina løtu skalv eg um allan kroppin, men sinnaði meg, tá eg hugsaði: gott tað bara er fiktión.

(IS) 

http://www.fmr.fo//Index.asp?pID=A1C13198-1406-41F4-B8BA-CEF9E83285BA