Wednesday, September 19, 2012

Málið og veruleikin



Huff sum eg eri troytt av hasum hugburðinum. At alt er betri í Danmark, bíligari og stuttligari og fleiri biografar og so tora tey eyðsýniliga eisini ordiliga væl at tosa fúlt har í Danmark. Eg veit ikki um tað passar, havi ikki síðan eg var tannáringur hugsað nakað serligt um handan problematikkin og eg minnist ikki, at vit tosaðu serliga fúlt tey árini, eg búði niðri. Er tað veruliga nakar, sum ikki sigur ella skrivar orðið "mogga", tí viðkomandi ikki torir tað? Ella er orsøkin heldur tann einfalda, at umrøðan av kynslívinum ofta hoyrir privatlívinum til? Jóanes Nielsen hevur introduserað fisuna í føroyska skaldskapin, hesum vita vit av og tað er nokk so langt síðani. Og tað er eisini langt síðani vit fnisandi lósu ta fúlu síðuna í bókini hjá Høgna av Heiði upp fyri hvørjum øðrum. Kanska er onkur farin í holtur við at týða Fifty Shades trilogiina og kanska ikki. Jú kanska er okkurt við hátíðarligasta føroyska skriftmálinum, sum ikki harmonerar við tí fúla. Men tað er ikki málið, sum hevur skuldina. Tað er bara at fara í gongd. Aja, men sjálvandi er tað altíð gott við kjaki (endar ikki alt í okkara landi fyrr ella seinni við einum málkjaki?). Kjakararnir í Degi & Viku dugdu væl og tað er fínt alt.

Men umframt at spegla veruleikan, er málið eisini umráðandi, tá tað kemur til at signalera virðing og her býr orsøkin til mína skundmiklu viðmerking. Tí í viðmerking á Vágaportalinum verður irritatiónin yvir politiskt korrektan málburð eftir míni meting strekt í órímiligan mun til eisini at fevna um orð sum samkynd, ið verða lýst "litleys". Ólavur í Beiti skrivar: "Alt tað eg veit, og eisini alla mína tíð, hava orðini rumpari og reyvari verið brúkt í føroyska málinum, har tað verður tosað og livir sítt fríska lív. Samkynningur og øll hesi litleysu orðini eru púra óbrúklig, tí samkynd er eitt felagsorð fyri bæði kynini. At vera samkyndur er at vera homoseksuellur - tað eru reyvarar/rumaparar og leppur. Skulu vit nú gevast at brúka vanlig orð í almenna rúminum, bara tí ein fámentur bólkur leikar í, tá ið orðini verða brúkt, ella skulu vit gera, sum gjørt verður, tá ið bumbur bresta ymsastaðni í heiminum á jarnbreytarstøðum og í flogførum, bara ferðast meira? Eg havi longu valt, og tað er tað seinna!....". 

Eitt er, at samanburðurin millum samkynd, ið ynskja somu sjálvsøgdu borgararættindi sum onnur og so terroristar, er burtur úr vón og viti. Men tað er umráðandi hjá okkum at hugsa um orðini, vit brúka.
Orð sum "rumparar/reyvarar" eru niðrandi hugsað og við hesum orðum fert tú í grundini inn undir dýnina hjá øðrum fólkum við at relatera til ein heilt ávísan part av kynslívinum. Hvat rakar tað okkum hvat onnur fólk gera undir dýnuni? Hetta er eisini ein óneyv orðing, tí analsex er vanlig praksis millum øll møgulig onnur enn samkynd mannfólk. Tílíkar fossilar máliskur spegla eitt óttafult samfelag frá fyrr í tíðini, frá tíðini áðrenn 266B og Pride 2012. At basa tílíkum máliskum er ikki dømi um vatndeyvan politiskan korrektleika, tað snýr seg um at virða fjølbroytnið, at virða hvønn annan og at koma okkum fram og víðari inn í framtíðina saman við restini av tí fría heiminum.

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ta-id-runnid-verdur-undan-veruleikanum-22887.php