Framsýningin eitur Litttle boxes og eru tað nýggjastu leirlistaverkini hjá Guðrið Poulsen sum vera framsýnd.
Guðrið er fødd í Havn, er 51 ár og hevur 1. oktober haft verkstaðið Leirlist í Varðagøtu 1 í 25 ár.
Verkini á hesi framsýning eru byggilistarligar hugleiðingar og snúgva seg um rúm, lutføll, kropp og keramikk. Um rúm ein ikki kemst inn í, rúm sum ørkymlað og forlátin rúm.
Møguleiki er fyri at síggja framsýningina allar gerandisdagar millum kl. 11.30-16 til og við 5 oktober.
Hjartaliga vælkomin!