Friday, September 28, 2012

Goethe í Leirvík

Tað gjørdist ein frálíkur dagur í Leirvík, tá nýggi skúlabygningurin, sum Hansina Iversen hevur prýtt, læt alment upp. Fleiri hundrað vóru og lýddu á tær frálíku røðurnar hjá Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommuna og Honnu Jensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini, sum bæði m.a. tosaðu um týdningarmikla týdningin, sum list hevur í kommununi. Og tað gjørdu tey sum var tað nátúrligasta ting á jørð. Fyri okkum ferðafólk úr Havn, fekk tað okkum at longjast eftir, at heimligir politikarar lata seg inspirera sama vegin. Har vóru eisini fitt og dugnalig børn, sum upptraðkaðu, har var felagssangur og skúlastjórin Fríðfinnur Johnsson helt eina góða og engasjeraða røðu og smittaði okkum við sínari gleði og stoltleika yvir børnini og skúlan.

Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við teirra fína skúla og við frálíku prýðingini. Her er klóka og inspirerandi røðan hjá Hansinu Iversen við støði í litlæruni hjá Goethe. Vit ynskja eisini Hansinu til lukku við stórsligna verkinum.

Røðan hjá Hansinu Iversen
Leirvíkarskúli og Eystur kommuna
Í einum brævi til Friederica Oesner skrivar Wolfgang Goethe hin 13. feb 1769:

" Oh mín kæra vinkona, ljósið er sannleikin og tó er sólin ikki sannleikin, hóast hon er ljósins kelda. Náttin er óverulig. Og hvat er vakurleiki? Hann er ikki ljós og ikki myrkur. Skýmingin er sannleikans og ósannleikans føðing, eitt millumting. Í hennara ríki er eitt vegamót so óvist, so illa farandi, at sjálvt ein Herkules ímillum heimspekingar hevði kunnað farið skeivur í tí."
Við hesum poetisku orðum byrjar ein lítil bók, sum eg eigi, um litlæruna hjá Goethe. Tað er undranin hjá Goethe um ljós, skýming og nátt, sum so vakurt verður lýst her. Áðrenn hann er farin at vísa áhugan fyri litfyribrygdum gjøgnum prismur, undrast hann og hugleiðir hann um ljósins og myrkursins vald á sólarringinum. Har ljós og myrkur møtast og vevjast saman til millumtingið, ið er onki, ella hvørki sætt ella skeivt.

Mong listafólk hava verið hugtikin av litlæru Goethes og hava arbeitt út frá henni, og síðani prógvað og mótprógvað úrslit hansara. Vísindaligu kanningarnar hjá honum við prismum og ljósi og skugga, hava í øllum førum givið nógvum listafólki ríkiligt tilfar til at spæla sær við.Tann kendasti beint nú, man vera danski/íslendski listamaðurin Ólafur Eliasson, ið millum mangt annað hevur prýtt operahúsið í Keypmannahavn og Hørpuna í Reykjavík. Júst tað, at spæla, er stórur partur av skapandi arbeiðinum hjá listafólkum. Tá eg sigi spæla, hugsa vit beinanvegin um børn ið spæla. Tað er ikki nakað fyri vaksin fólk at takast við. Men er tað ikki júst í spæli, at nakað nýtt skapast, at týdningarmiklar royndir verða gjørdar? Bæði um egnan mátt og sosialar skipanir? Tað er júst í spælinum, at børnini fáa verið til staðar her og nú, (í núinum), hugdýpa/ fordjúpa seg og fáa førleikar.
Í einum viðtali í sambandi við biennaluna í Liverpool, greiðir Hanni Bjartalíð so sera væl frá týdninginum, ið spælið í barnaárunum hevur fyri list hansara. Hann hevur nøkur av sínum forvitnisligu húsum við á framsýningini, og hann greiðir frá hvussu hann saman við øðrum børnum spældi í fjørðuni og ein steinur har var Føroyar og ein annar var Amerika. Tað vóru bert 2-3 metrar ímillum steinarnar, men tey, børnini, vóru so nógv við í spælinum, og livdu seg so inn í tað , at tað var veruleikin. Í barnaverðini vóru eingir normar og eingi mørk. Hesar løtur royna vit at finna aftur til tá vit skapa okkara listaverk sum vaksin.Vit royna at skapa eitt univers, har veruleikin er í verkinum.

Og vit kunnu spyrja okkum, hvat er veruleiki, ella hvat er sannleiki. Er listin sonn? Ella føðist  hon har í skýmingini , sonn ella ósonn, eitt millumting?
Bert vit, listafólk og áskoðarar kunnu, við okkara nærveru, gera hana til tað hon er. Sonn ella ikki, so er hon kanska tað vit lærdu sum børn í spælinum og hava goymt langt inni í okkum.   
Børnini eru ofta beinraknastu krittikararnir av mínum listaverkum. Eg havi mangan hoyrt sera viðkomandi viðmerkingar og góðar spurningar frá teimum, og eg vóni at hetta listaverk í Leirvíkar skúla kann geva børnunum, ið ganga her, høvi at seta nógvar spurningar, og geva teimum hugmyndir og stundir til undran. Og eg vóni eisini, at lærarar og øll starvsfólkini í skúlanum kunnu gera tað sama umframt íbúgvar í Eysturkommunu, ið fara at hava sína gongd her.

Takk fyri!

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

Hanna Jensen, forkvinna í Trivnaðarnevdini

1. flokkur


2. flokkur

3. flokkur

Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri

Hansina Iversen, listakvinna