Eftir Alexandur Kristiansen
Eg ivaðist ikki í, at tað
var Matisse, sum stóð har og málaði trøini
og blómurnar á Vaglinum;
angan av børki og blómum málaði hann, og sangin í krúnunum málaði hann, glógvandi sum velturnar vit goyma
í huga okkara sum søguligar sannleikar undir víkjandi ælabogum.
Og so málaði hann sólina
í fríska leyvinum sum ungar gentur bera
við sær oman eftir
Áarvegnum við angandi varrum og gróðursomumvørtum, hesar gentur, ið búnast til eiggiligar kvinnur undir hansara
pensli.
Og hárið ið breiðir seg sum smáar aldur fram við gongubreytini
og ómetaligu bróstini, hetta veldiga kviðið, ið Karsten Hoydal
yrkir um, tá ið várið kallar – eyguni blánandi av havsins óveruligu litum,
ið bróta inn yvir sevjumiklar lendar.
Eg ivaðist ikki í at tað
var hann sum drap pensilin niður í sólina
og málaði hesar
upphavsins løtur, hesi skýggj rekandi inn yvir býinmeðan mánin leggur sín gula lit á høvur okkara.
Soleiðis málar hann
áhaldandi verk sítt til pannan stoytir móti stjørnunum
og gula sólin møðsamiliga
sprettur upp úr hansara fyrrverandi lívi. Sum eitt ómálað landslag ið blómandi
bjóðar øllum fuglum vælkomnum.