
Enn ein góð orsøk til at fara ein túr til
Keypmannahavnar í heyst er framsýningin við heitinum KIRKEBY EPIFANI í Ny
Carlsberg Glyptotek. Hon letur upp í morgin 7.september og fevnir um 25 verk hjá Per Kirkeby, málningar og
standmyndir frá 1981 fram til dagin í dag, ið kunnu upplivast saman við
permanentu samlingini á Glyptotekinum. Um tað beinleiðis verður talan um eina
epifani, sum vit fara at uppliva á framsýningini, skal eg ikki kunna siga. Men eg ivist onga løtu í, at
framsýningin er áhugaverd, tí tað plagar Kirkeby at vera í øllum tí, sum hann ger.
Framsýningin er opin inntil 30.desember 2012.