Monday, September 17, 2012

Við Eivør í sæluskapandi fríum falli


Síðsti sangurin á nýggju fløguni hjá Eivør snýr seg um at yvirgeva seg treytaleyst og lata seg falla frítt. Og tað haldi eg, vit kunnu siga, at flestu áhoyrararnir í Norðurlandahúsinum gjørdu í gjárkvøldið. Í øllum førum klappaðu vit Eivør, orkestrið og kórið, inn aftur á pallin so ofta, at sangarinnan at enda spurdi um vit ikki ætlaðu okkum aftur til arbeiðis, men har var neyvan nakar, sum hugsaði tílíkar deyðiligar, praktiskar tankar. Vit høvdu ongan hug at fara frá hitanum av hesum upplyftandi kraftaverkinum av eini rødd, sum ongantíð bilar ella brotnar, men sum alla tíðina megnar at halda upp á himmalhægstu tónarnar og niður aftur í døkkastu dýpdir. Tíðin gekk skjótt í gjárkvøldið. Vit fingu tilsamans umleið hálvan annan tíma saman við Eivør og hennara orkestri og kóri í Norðurlandahúsinum, sum á útgávukonsertini var umbroytt til eitt av rúmum Eivarar. Nýggja fløgan hjá Eivør eitur "Rooms", ið bæði sipar til tað innara, til eitt eksistentielt sinnisrúm og meira ítøkiliga um at flyta seg frá einum rúmi til eitt annað.

Pallurin í Norðurlandahúsinum er jú eisini eitt rúm, ið sá øðrvísi út í gjárskvøldið við ljósakrúnum, tendraðum kertuljósum og einari rúgvu av møblum, klokkum, broderaðum dúkum, radioapparatum og einum veritablum skógi av gomlum lampum, ið transformeraðu pallin til ein blanding millum eina spennandi bohemeíbúð og eina fitta ommustovu. Formurin hóskaði væl til tað eitt sindur melankolska universið, ið "Rooms" tykist vera myndað av. Sjálv sangframførslan hjá Eivør var av sonnum fantastisk og í heimsklassa og sannførandi frá byrjan til enda og orkestrið spældi somuleiðis framúrskarandi, men hvussu kundi tað annað við so góðum tónleikarum sum Magnus Johannesen, Tróndi Bogason, Høgna Lisberg, Mikael Black og Eivør sjálvari?

Eivør stendur við sítt grundarstøði og byrjaði einsamøll á pallinum við eini inniligari, sorgblíðari tulking av "Rura, rura barnið", men síðani komu fínu løgini á nýggju fløguni í einari langari perlurøð, m.a. "In my Garden" og "Rain" og har helt eg, at bassljóðið domineraði ov nógv, men kanska er tað tí, at míni oyru eru meira skroypiliga ommulig enn bohemelig- tað kann so væl vera. Og eg veit í grundini ikki um tað var tí, eg vandi meg til ljóðið ella um tað bleiv betri seinni, men tá tey seinni spældu "Boxes" og "Wake me up" var ljóðið í øllum førum frálíkt og alt gekk upp í eina hægri eind við tí úrsliti, at smáu hárini á mínum nakka reistu seg í felags fagnaði. Inn í millum nýggju løgini vóru nøkur eldri løg framførd, onkur teirra vóru eitt sindur broytt ella peppað upp og tað riggaði alt samalt væl.

At siga, at henda ljóshærda, eteriska kvinnan í hvíta kjólanum er ein góð sangarinna er sanniliga at gera fornermisliga lítið av. Men tað er í grundini einki lætt at lýsa hennara gávur uttan at brúka allar møguligar klichéir ella samdømi millum sangarinnuna og allar møguligar hissini náttúrumáttir. Eivør hevur jú síðan hon var blaðung verið eitt heilt serligt sangfenomen í okkara annars rættiliga væl og nógv syngjandi landi, men hon er altso nokk so nógv meira enn bert ein vøkur sangarinna við góðari rødd og getta kom greidliga fram á konsertini í gjárkvøldið. Eivør er listakvinna út í odd og egg og so kann tað í grundini gera tað sama um hon  hevur heimsins bestu tónleikarar og kór aftrat sær ella bara hevur sjálva seg, eina trummu ella eina theremin. Tí hon er gjøgnummusikalsk og syngur sjálvt teir torførastu sangirnar sum var tað lættasta sak í verðini. Men sjálvandi er dygdin á tónleikarunum, kóri og ljóðfólki ómetaliga týdningarmikil fyri at fáa eina væl eydnaða konsert burturúr og uttan, at óhoyrarin nakrantíð ivaðist í, at tað var Eivør, sum konsertin snúði seg um, var tónleikaligi parturin, bæði útsetingar og framførsla, av heilt serligari karat. Fyri meg vóru hæddarpunktini á konsertini løg av nýggju fløguni hjá Eivør, sum eg havi lurtað nógv eftir í seinastuni, har sterka røddin hjá Eivør fær intelligent, musikalskt mótspæl frá Tróndi Bogason. Serliga var t.d. "Boxes" so imponerandi virtuost framført, at tú sum áhoyrari sat sum kánus yvir, at tað yvirhøvur bar til at framføra hetta live so framúr væl sum í gjárkvøldið. Eisini var dramatiska kærleiksapoteosan "Falling free" sannførandi væl framførd, sett saman av vøkrum flygilspæli og elektroniskum tónum, har romantiska frásøgnin, sum Eivør syngur so ómetaliga vakurt, alla tíðina  verður javnvigað av einfaldari, seriellari monotoni. Tað er jú tað við treytaleysari yvirgeving, at hon krevur fullkomið álit á tann, tú yvirgevur teg til, at flogið so at siga ber fallið. Røddin og musikalska flogið hjá Eivør ber og tað var sæluskapandi at flúgva við eina løtu. Takk!