Í vetur fer Tróndur Patursson at framsýna í Kennedy
Center í Washington D.C. – komandi dagarnir fara vit at miðsavna okkum um summi
av teimum listafólkunum, sum hava havt henda heiður áðrenn hann.
Í 2011 sýndi listamaðurin Jitish Kallat fram í
sambandi við festivalin Maximum India. Hansara verk “Public Notice 2”
endurgevur søguligu røðuna hjá Mahatma Gandhi og í tí arbeiðir hann við
mótsetningum millum tað intima og tað monumentala, millum pínu og vón, millum
tað spontana og hondverk, millum Asia og Europa, millum klassiska hevd og
modernaðan reklamustíl, einstaklingar og hópin.