Thursday, September 20, 2012

Nordic Cool – Føroyum kulast

Norðurlond eru cool. Tað vita vit væl, men nú vita amerikanar tað eisini. Í øllum førum fara fleiri hundrað túsund av teimum at vita tað aftan á festivalin Nordic Cool 2013, sum verður í The Kennedy Center frá 19. februar til 17. mars 2013. Ikki minst tí at summi av teimum coolastu føroysku listafólkunum luttaka - ein av teimum í einum týdningarmiklum høvuðsleikluti.




 
 

The Kennedy Center
The John F. Kennedy Center for the Performing Arts er eitt risastórt mentanarhús í Washington D.C., sum á hvørjum ári veitir milliónatali av fólkum listarligar upplivingar. Umframt at skapa óteljandi tiltøk innan sjónleik, dans, ballett, opera, klassiskan tónleik, jazz, fólkatónleik, film, bókmentir og myndlist, framleiða tey bæði sjónvarp og útvarp, hava størsta listútbúgvingarprogramm í USA og skipa fyri fleiri stórum listafestivalum.
The Kennedy Center hevur síðani stovnanina í 1971 m.a. hildið stórar altjóða listafestivalar, har tað verður fokuserað uppá eitt ávíst land ella øki í heiminum. Í ár feiraðu tey Budapest, Prag og Wien. Í 2011 feiraðu tey India við festivalinum maximum INDIA við næstan 100 framførslum, framsýningum, og tiltøkum. Í 2009 varð arabiski heimurin fagnaður við festivalinum Arabesque: Arts of the Arab World, har meira enn 800 listafólk frá 22 arabiskum londum tóku lut. Í 2008 snúði festivalurin seg um Japan og áðrenn tað hevur mentanardepilin skipað fyri festivalum fyri Kina, Fraklandi, Latínamerika, Afrika og fleiri øðrum.

Við denti á NorðurlondNú er tað okkara túrur. List úr Finlandi, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Álandi, Grønlandi og Føroyum fer í ein heilan mánaða at fylla alt Kennedy Center fyri at svara spurninginum: Hvat eru Norðurlond? Festivalurin fer fyri at svara hesum spurninginum at fokusera uppá náttúru, tøkniliga innovatión, umhvørvisliga burðardygd, íverksetaraond og ungdómsmentan og ætlar at portrettera eina dynamiska mentan, sum fær alsamt størri globalan týdning.
 
Sjálvt um endaliga skráin fyri risastóra festivalin ikki er almannakunngjørd enn, er tann skráin, sum almannakunngjørd longu fullkomiliga óyvirskoðilig. Ein endaleysur streymur av sjónleikum, dansisýningum, listaframsýningum, bókmentatiltøkum, designframsýningum, filsmframførslum, mattiltøkum, panelkjak og vitjanir av allahanda norðurlendskum berømtheitum ger tað ómøguligt at greiða frá øllum. Men vit kunnu t.d. nevna, at m.o. so stendur Eivør nevnd í skránni, sum var almannakunngjørd í mars og at festivalurin má roknast fyri at vera størsta framtak fyri føroyska list nakrantíð.

Føroyskur listamaður allarkulastTað er Norðurlandahúsið og stjórin Niels Halm, sum hava staðið fyri føroysku luttøkuni í Nordic Cool, og í dag avdúkaðu tey, at Tróndur Patursson skal hava høvuðsframsýningina á festivalinum í sjálvari forhøllini til Kennedy Center. Ein risastór uppgáva og ein risastórur heiður hjá listamanninum og hjá landinum.
 
Framsýningin hjá Tróndi Patursson fer at vera myndað av eini ómetaliga stórari, fantastiskari installatión við 100 glasfuglum, summir við veingjabreidd uppá tveir og ein hálvan metur. Fuglurin er eitt sterkt symbol í listasøguni fyri frælsi fyri ódeyðiligleika, fyri friði, fyri vón og fyri sálini og fyri so mongum øðrum, eitt sindur treytað av hvønn fugl tað snýr seg um. Hjá Tróndi Patursson hevur fuglurin kanska eisini symbolskan týdning og í øllum førum ein andaligan týdning og ein serligan mystikk, sum peikar móti tí, sum liggur uttan fyri okkara fatan, móti tí religiøsa ella spirituella, men fuglurin er fyrst og fremst skap og litur. Hann veitir fyrst og fremst listamanninum høvið fyri at skapa eina rørslu, ein lættleika, eina megi, eitt høvi at komponera við skapi og liti, men eisini við meira ólikamligum elementum sum ljósi, sum á einastandandi hátt verður formidlað gjøgnum glasið ella luft, sum næstan fær konkret skap í millumrúmunum millum fuglarnar.
 

Tróndur Patursson hevur áður gjørt stórar kompositiónir við fuglum. Her er ein mynd frá flogvøllinum í Kastrup, har tað greidliga sæst, hvussu listamaðurin samskiftir við byggilistini og letur fuglaflokkin ganga inn í eitt samspæl við umhvørvið. Nú er tað takkað verið Norðurlandahúsinum og Niels Halm eydnast at fáa tann higartil størsta fuglaflokkin hjá Tróndi við á háttvirda festivalin Cool Nordic í Washington D.C.
 
 
Tí glasfuglarnar hjá Tróndi Patursson eru sjálvandi til ein og ein sum sjálvstøðug listarlig objekt við hvør teirra skapi og liti, hvør teirra úttrykki og integriteti, men teirra fulla megi foldar seg út, tá teir eru fleiri saman. Tá fuglarnir verða savnaðir í stórum kompositiónum ganga teir inn í óteljandi samspæl eins og teir mynda óendaligar sambindingar til hvønn annan og teira umhvørvi. Teir finna nýggjar samanhangir og nýggj úttrykk saman og skapa á henda hátt eina nýggja heild, sum er myndað av nógvum heildum. Men henda heildin er ikki statisk, hon inniheldur so nógvar møguleikar, so nógv sambond, at hon alla tíðina broytist. Hon er ein ævig rørsla av sameining og aftureiningum.

Allir fuglarnir í hesi ristastóru kompositiónini verða skaptir serstakt til hesa framsýningina júst av hesi orsøk, at talan er um eina heild. Tað eru 100 fuglar, sum bæði hvør sær og saman skulu kunna skapa nakað serligt og tað er eitt øgiliga stórt arbeiði sum krevur ein væl royndan listamann, men hetta er eisini ein stórur møguleiki fyri Trónd Patursson. Hann hevur í mong ár arbeitt við glasfuglum, hann hevur ment teir og forfínað teir og skapað óteljandi variatiónir av teimum, summir máttmiklir, sterkir og eksplosivir, aðrir poetiskir, fínir, tunnir og delikatir, og hann hevur latið teir skapa endaleysar sambindingar og týdningar saman, men hann hevur ongantíð havt møguleikan áður fyri at skapa eina kompositión av hesi støddini og tað letur sjálvandi upp nýggjar listarligar dimensjónir.




Í fuglakompositiónini, sum Tróndur Patursson í 2008 gjørdi fyri Anker Fjord Hospice í Hvide Sande er varhugin av endaloysinum, sum merkir nógv av hansara verkum. Kenslan av tí endaleysa, av máttloysi og vektloysi er ørandi. Haldi ikki, at nakað listafólk megnar sum Tróndur Patursson at arbeiða við tí stórfingna. Hansara verk eru hvørki vøkur ella eiggilig, tey eru stórfingin sum nattúran er stórfingin.

Tí tann stórleiki, sum mekrir listina hjá Tróndi Patursson og sum sæst í sjálvt hansara minstu tekningum, er sterkast í teimum verkum, sum eru so stór, at tey ikki lata seg yvirskoða, men sum í staðin taka okkum á bóli og gloypa okkum við intensari nærveru og eini óskiljandi megi. Eitt tílíkt verk verður tað, sum í vetur verður framsýnt á Nordic Cool og tað er fantastisk fyri føroyska list og fyri Føroyar. Eg fái í øllum førum ikki ímyndað mær nakað betri umboð til tess at vísa amerikanarunum hvussu cool norðurlond og Føroyar í veruleikanum eru.