Thursday, September 27, 2012

Avbyrgingar




Avbyrgingar er heitið á einum nýggjum, einastandandi bókaverki, sum er úrslit av samstarvi millum yrkjaran og myndlistamannin Tórodd Poulsen, Steinprent og Føroyaprent. Eitt nýtt yrkingarsavn hjá Tóroddi Poulsen er altíð áhugavert í sær sjálvum, men í nýggja savninum fáa vit tíggju upprunagrafiskar myndir oman á tað heila, umframt permuna, sum eisini er eitt steinprent. Bókin, ið fevnir um hundrað síður, er blivin júst so forkunnug, sum ein kundi ynskt sær frá myndlistarliga og poetiska nýskaparanum. Tvær ferð hevur hann fingið Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens og hann er innstillaður til ta stóru Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina óteljandi ferðir. Isolatiónirnar eru existentialistiskar, og kanska kunnu vit siga, at tær eru existens-terminatoristiskar, tí sjálvandi snúgva tær seg í stóran mun eisini um lívsins íhald. Sostatt fylgir yrkjarin og myndlistamaðurin somu sorgblíðu slóð sum í seinastu yrkingarsøvnunum. Vit síggja eisini sama lyndið til økta økonomisering, at orðini gerast færri, so at reglurnar sjáldan eru settar saman av meira enn einum ella tveimum orðum. Yrkingarnar snúgva seg um einsemi, tað at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið styttist. Hetta ljóðar kanska deprimerandi, men tá tað verður lýst á so originalan hátt og við so stórum listarligum yvirskoti, sum Tóroddur Poulsen megnar at gera tað, verður upplivingin av Avbyrgingum í grundini upplyftandi.

 Tóroddur Poulsen: Avbyrgingar: 100 síður. Steinprent hevur givið út.
Stuðlað verkætlanini hava: Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentanargrunnur Landsins og Føroyaprent. Bókin fæst í Steinprenti og í bókhandlinum. Hon kostar 350 krónur.

(KP)






orðini sum
skaptu landslagið
mugu altíð
vera har
tey eru
og øvunda
orðini 
sum skaptu
skýggini



tendri ljósið

og eri takksamur fyri
at hugflogið
viðhvørt
kemur úr náttarmyrkrinum
og vitjar mína samvitsku:

fuglurin
avhoyrdi meg
um breyðmolar
og mutur
fjaðrarnir
kitlaðu meg so illa
at eg fekk ikki svarað