Tuesday, September 11, 2012

Hava vit drálað, mugu vit bert ásanna



 Janus Kamban

Eina ferð í fimtiárunum vitjaði ein danskur útvarpsmaður henda vegin. Hann vildi geva eina lýsing av støðu og standi her. Hann støkk sjálvandi eisini inn á gólvið uppi í Varðgøtu. Aftan á vitjanina har skuldi hann siga "Man tror, at William Heinesen er dum, men det er han slet ikke". Hvussu hann í fyrstani hevur fingið hesa fatan er ilt at siga, men hann skilti tó, at hann hevði mistikið seg.

Vit, sum kenna William, hava ongantíð hildið, at hann var býttur, tvørturímóti, vit hava vitað, at hann var av vísastu monnum. Men vit hava kanska gjørt okkum sek í nøkrum øðrum. Og tað er, at vit hava ikki tikið myndlistamannin William Heinesen heilt í álvara. Her hevur skaldið og rithøvundurin William Heinesen staðið í millum. Harragud, tað eru so mangir rithøvundar, sum hava málað - Strindberg málaði, Victor Hugo teknaði skortmyndir av persónunum í skaldsøgum sínum. Tagore málaði. Pusjkin teknaði - ein kundi hildið áfram.

Eitt annað, sum so løgið tað ljóðar, hevur forðað, er hansara ótrúliga largesse - stórtøkni. Tá aðrir myndlistamenn pírnir hava skjøttað sítt kappingarskeið - roynt at komið sær fram, hevur William gávumildur stroytt um seg við tekningum og málningum, púra fríur fyri at ota seg fram, og givið tað mesta burtur.

Fyri vanlig hvønndagslig og krøkin fólk, má hetta tykjast ørskapur. Nú tú hevur høvi at síggja eitt úrval av hansara verkum er tað fyrsta tú leggur til merkis, hvussu fjølbrottur hann er. Í evnisvali hevur hann víðkað um føroyska landslagið, lagt eina nýggja stødd aftrat. Trøllkonufingur og Tindhólmur eru merkiligir landslagsformar, ið beinleiðis leyga á, lítur tú teg íkring. Men landið goymir annað - bæði tað, tú sært við opnum eygum omaná og so tað dulda - undir jørð. Her hevur William við sínum myndum rúmkað um heim okkara. Serligu  hugmyndagávur hansara og eyðsæddi litsansur hansara koma so týðiliga fram í óteljandi kliptum vignettum - og so menniskjað - menniskjað, sum vit ongantíð verða liðug við. Í tekningum kennir tú aftur ta góðsku og tann stillføra, men eisini barokka, villa humor, tú minnist úr bókum hansara. Alt teknað og málað og klipt við tí sinnalag, sum eyðkennir veruliga list. Hava vit drálað, so mugu vit við hesi framsýning bert ásanna og - takka!

Tekstur í kataloginum WH90 (Listasavn Føroya 1990)