Wednesday, September 12, 2012

Ein mynd og ein yrking







Í GJÁR DRAKK EG HAVIÐ


Í gjár drakk eg havið. Tað smakkaði sum grønsápan hon vaskaði
oljudálkaðu draktirnar hjá mær við. Tað smakkaði ullint sum tvisturin
eg turkaði henni um bróstini við. Tað smakkaði sum gajol.
Eg yrkti víðari í huganum meðan eg gekk heim gjøgnum fjøruna
fram við neystunum og bátunum. Fram við húsunum hjá Østrøm
og bilunum sum stóðu parkeraðir millum blúgvar varrar og angandi vísdóm.

Niðan móti lítlu svørtu smiðjuni gekk leiðin. Sólin hitaði hjartað og brendi spor
í asfaltið. Har stóð ein deyður veðrur og bíðaði eftir at fáa eitt navn, sum
øll kundu úttala, eitt navn tú kundi taka í føvningin undirdýkt í kava,
fult av innibyrgdum villskapi.

Ella at sleppa at eta seg mettan í skorunum vestantil á Koltri, hoyra
orgultónarnar í deyðasinu og kámari styrki út av eggini. Og eg sá fyri mær
blóðið sum fossaði út úr munninum og oyrunum og eg sá láturin í eygunum
krøkja seg upp í tjóðskaparligu røkurnar har guli mánin, guðs lítla
systkinabarn, stóð á lopi.

Ella soleiðis kendist tað ið hvussu er.

Í gjár drakk eg havið. Í dag fór eg at spýta tað út aftur sum grønsápu,
ella sum gajol yrkti eg víðari. Og eg fór at grava meg sjálvan niður
sum eitt barn og skriva um tað til skriftin viltist í gøtunum
og ikki kundi lesast aftur fyrr enn eg var deyður.

Men hvar var verðin tá ið eg svav. Í morgin vaknaði eg kanska aftur í einum
fremmandum býi. Og tá varð veðrurin kanska funnin í dreymunum
hjá øðrum, grivin út av einari fremmandari hondskrift.

Og tá bar til at tekna hann. Tekna mittasta beinið fleiri ferðir, áðrenn
eg misti flogið og sá, at eg bert var eitt vanligt menniskja ein púra
vanligan dag sum smoygdi sær burtur úr hondini, sum hevði skrivað:
Í gjár drakk eg havið.


Yrking: Alexandur Kristiansen
Mynd: Fríða Matras Brekku