Monday, November 14, 2011

Hvat nú við mentanini


Peter Carlsen: Klaphat. 2007


Vit hava fingið ein nýggjan mentamálaráðharra. Komandi tíðina skal hann finna út av hvussu hann ætlar at skapa rammurnar fyri mentanina og listina. Ikki er lætt at gita hvat hann fer at gera. Higartil hevur Bjørn Kalsø ikki verið aktivur í mentanarpolitiska kjakinum. Tí vita vit ógvuliga lítið um hvat fer at henda við listini.

Vit vita, at Bjørn Kalsø er føddur í Klaksvík 23. mars 1966 og uppvaksin á Syðradali á Kalsoynni. Hann fekk studentsprógv í 1986, gjørdist húsasmiður í 1990 og í 1999 fekk hann læraraprógv. Hann hevur arbeitt sum bóndi, sjómaður, á flakavirki, í alivinnuni, sum húsasmiður, lærari, bórgarstjóri og landsstýris- og løgtingsmaður. Um sínar áhugar skrivar hann, at hann hevur ”Verið nógv virkin í ítrótti og havi stóran áhuga í føroyskari náttúru og mentan” og hetta er tað einasta, vit finna, sum hann hevur skrivað um mentan.


Eftir samgonguskjalinum at døma er tað júst ítrótturin, sum er umráðandi fyri okkara nýggju samgongu. Listin er ein parentes, sum næstan ikki er nevnd í skjalinum. Men tað lítla sum stendur har er okkurt við, at vit skulu syngja við í skúlanum. Eitt mentamál, sum vit minnast eisini var primert, tá Jógvan á Lakjuni var mentamálaráðharri og so skulu vit hava eitt herðaklapp fyri tað sjálvbodna arbeiði, sum vit gera. Innan ítróttina skal satsast uppá bæði elitu- og frítíðaríðkarar og lagt verður upp til, at ítróttin hevur fleiri niveau, meðan mentan og list eftir øllum at døma bara hoyrir heima í fólkaskúlanum. Við síðuna av sjálvbodnum arbeiði í heimavirkis- og ítrivsfeløgum.


Tað sær altso heilt ótrúliga svart út. Men til alla eydnu er grundarlagið í samgonguskjalinum so tunt, at tað kann ikki annað enn blíva betri. Bjørn Kalso er sambandsmaður. Ein flokkur, sum til hetta valið tók okkum á bóli við einum lutfalsliga visionerari mentanarhugsjón.

http://listinblog.blogspot.com/2011/10/sambandsflokkurin-fyrstur-vi.html

Í hesum mentanarinnleggi nevndi Sambandsflokkurin orðið fakfólk, sum var tað náttúrligasti lutur, at lurtast skal eftir fakkunnleikanum, tá rammur verða skapaðar fyri listina og mentanina. Júst hetta hevur verið størsti saknur í mentanarpolitikkinum seinastu nógvu árini og meinar Sambandsflokkurin av sonnum, at hetta er tað mest náttúrliga og rætta, ja so standa vit fyri stórum framstigum. Um Bjørn Kalsø velur at ignorera tað óhepna samgonguskjalið og í staðin fokuserar uppá nógv hepnaru setningarnar í valskránni hjá hansara egna flokki, hevur hann góðar møguleikar fyri at betra um korini hjá listini. Góða eydnu við tí, Bjørn Kalsø, vit fylgja spentar við gongdini.
(IS)