Áhugavert og ófrættakent at fáa innlit í (fyribils) samgonguskjal í hósdagsdimmuni: "Samgonguskjalið er ein kollvelting" stendur har at lesa og tølini boða frá, at vit vælbjargaðu kunnu forkela okkum sjálvi við Chateauneuf du Pape og øðrum góðum í enn størri mun enn áður. Ikki havi eg øgiligt fíggjarskil, men eg havi ilt við at trúgva at vælferðarskipanin megnar at bera tílíkan skattalætta. Havi eisini ilt við at skilja hvussu fidusurin við flatskattinum skal loysa seg fyri onnur enn tey, sum frammanundan sita á fleskinum í samfelagnum. -Tað skal loysa seg at arbeiða. Javel, men vit hava faktist methøgt arbeiðsloysi í løtuni, 1588 føroyingar fáa í løtuni arbeiðsloysisstuðul. Tað er eisini eitt hugtak, sum eitur tíð og sum er avmarkað. Ófaklærdir lágløntir arbeiðarar skulu frammanundan arbeiða nógvar løntímar fyri at lívbjarga sær og onkuntíð skal nátturin etast og børnini mussast ella hvat? Men tær eru ómetaliga effektivar, tær afturhaldssinnaðu kreftirnar. Tær hava longu verið á fólkatingi og biddað og boygt seg so langt niður, at tað lýsist ikki. Um mentanina stendur (sambært Dimmu), at nýggja samgongan leggur dent á at skapa góðar karmar fyri mentan og list og at hetta skal gerast við "at styrkja Mentanargrunn Landsins, og somuleiðis skulu føroyskur dansur, tónlist, myndlist, filmslist og sjónleikur raðfestast... arbeiðast skal eisini fyri støðugt at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá bæði listafólki og heimavirkismentanini...". Hetta ljóðar jú gott, eg veit ikki hví bókmentirnar ikki eru nevndar, men tað er kanska gloymt. Eg eri sera spent at lesa tað lidna samgonguskjalið mánadagin og tá koma vit helst við fleiri viðmerkingum her á listablogginum. Fyri fyrst lata vit tað upp til Billie Holiday at viðmerkja flatskattaskipanina:
Them that's got shall get Them that's not shall lose So the Bible said and it still is news Mama may have, Papa may have But God bless the child that's got his own That's got his own
Yes, the strong gets more While the weak ones fade Empty pockets don't ever make the grade Mama may have, Papa may have But God bless the child that's got his own That's got his own
Money, you've got lots of friends Crowding round the door When you're gone, spending ends They don't come no more Rich relations give Crust of bread and such You can help yourself But don't take too much Mama may have, Papa may have But God bless the child that's got his own That's got his own
Mama may have, Papa may have But God bless the child that's got his own That's got his own He just worry 'bout nothin' Cause he's got his own