Tuesday, November 1, 2011

Hungurslistin



Jean Sibelius skal einaferð hava sagt, at honum dámdi betri at práta við handils- og bankamenn enn við listafólk, tí listafólk bara tosa um pengar. Hesin setningur kom mær til hugs, tá eg í hugnaligu undanvalsendingina í útvarpinum valdagin, hoyrdi áhugaverda samrøða við Trónd Patursson. Hann greiddi frá glasverkunum, sum hann arbeiðir við, men kom eisini inn á fíggjarkreppuna, sum í serligan mun tykist raka listafólkini. Eitt er vist og tað er, at tá ein so mikið etableraður listamaður sum Tróndur Patursson merkir til fíggjarkreppuna, eru tað nógv av okkara listafólkum, sum hava tað ringt. Vit hava ikki nakrar kanningar, ið beinleiðis viðgera sosialu umstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum í løtuni, men í øðrum londum er staðfest at nógv listafólk liva undir hungursmarkinum og at sølan av list er nógv minkað. Eg kenni sjálv til fleiri av okkara bestu listafólkum, sum eru noydd at leita eftir øðrum arbeiði fyri at kunna lívbjarga sær og sínum. Trupulleikin er ikki bert tann, at hesi listafólkini ikki sleppa at útinna teirra gerning, sum tey hava lært og sum tey brenna fyri. Tey hava heldur ikki lætt við at finna arbeiði orsakað av arbeiðsloysinum, sum valdar, serliga innan fyri ófaklært arbeiði. Tað eru í løtuni 1588 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í Føroyum. Tí kann eisini roknast við, at mikil gravgangur verður eftir mentanarstarvslønunum, sum í næstum verða latnar lista- og mentanaraktørum. Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15.des. Og meðan freistin at søkja nærkast vóna vit, at nevndin í mentanargrunninum ikki atomiserar stuðulin í ov nógvar partar, ella letur seg imponera av flottastu umsóknunum, men heldur miðsavnar seg um at lata teimum bestu og mest seriøsu av yrkislistafólkunum og mentanaraktørunum stuðul, so at tey fáa frið og umstøður at skapa.

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/og-stuulin-for-til.html