Thursday, November 10, 2011

Svendsk skálkabros í Steinprenti...

Um eg nú byrji við at staðfesta, at tað sær svart út, er tað ikki ein myndamálslig tilsiping til politisku støðuna í Føroyum. Eg eri tvørturímóti minst líka konkret sum tann lítla hyrdindan, sum kom til somu niðurstøðu, tá hon saman við skorsteinssóparanum stríddi seg upp gjøgnum skorsteinin á sinni, tí í grundini sipi eg til eitt framúrskarandi svart prent í Steinprenti við einføldu og mystisku áskriftini "en ravn uden navn". Men yvirhøvur sær tað nokkso svart út uppi á, í verkstaðnum Steinprenti. Svart á hvítt pappír, svart á svart pappír, bókstavir, orð, fuglar, skot og vápn, tulkaði við ymiskum grafiskum tøknum á stein, á træ og á linoleum. Listamaðurin handan omanfyrinevnda ravnaprent og 21 onnur spildurnýggj verk, sum seinastu vikurnar eru framleidd í Steinprenti, eitur Svend-Allan Sørensen. Hann er føddur í 1975 og býr í Odense á Fjóni. Listin hjá Svend-Allan Sørensen er í grundini rættiliga lík listamanninum sjálvum. Tí hann er blíður, skemtiligur, næstan kátur maður, sum brádliga og uttan ávaring fær stillislig herðindi av álvarsemi. Tá gerst hann innfjarur. Við ansi fyri skemti, spei og kitsch tekur Svend-Allan Sørensen listina í stórum álvara.


Náttúra og serliga fuglar hugtaka hann og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum hann lýsti í bókini "Walden - Life in the woods". Men sjálvt um myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, er einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna í hesum myndunum. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum í myndum, sum onkursvegna tykjast konkretar inn á bein. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað verður sipað til tað sama, ið onkursvegna verður orðað og umorðað við bókstavum, prentliti og tekning. Hann hevur gjørt ein træskurð, sum vit kanska heldur skuldu nevnt træskot, tí heldur enn at nakað myndevni er skorið í træið, snýr tað seg heilt einfalt um árinið av eini høglbyrsuskoti á eini træplátu. Prentið er svart og høglmynstrið sæst eins og ein hvítur rundleiddur formur á svartari bakgrund, sum gevur assosiatiónir til herliga, høga sól og meira terminal/ævig veiðilendi.

Svend-Allan er íðin veiðumaður við hartil hóskandi áhuga fyri veiðibyrsum og ein tílík er dokumenterað á tí eina stóra prentinum av trimum, sum hann hevur gjørt í Steinprenti. Hetta er fyrstu ferð, hann roynir steinprentstøknið og vit síggja á steinprentunum, at hann hevur eksperimenterað við t.d. at yvirføra fotomyndir, blaðgreinar osfr. yvir á stein. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl millum rátt og sofistikerað, millum readymade og autenticitet. Í teirri svørtu, dynamiskt ruslutu grundini á einum prenti hómast orðini "LOWER ME DOWN WITH A QUICK SAID GOODBYE POUR IN THE BLACK HAVNARDALUR MUD". Myndin sýnist skitin, tað tykist sum orðini eru krutlaði við einum fingri í móru, men tað er kanska júst hetta primitiva árinið, sum saman við teirri óvæntaðu lokalu tilsipingini gevur lagnutunga og sentimentala coyntrysitatinum megi.

Hetta er fyrsta vitjan hjá Svend-Allan í Føroym, eins og hetta er fyrstu ferð, hann hevur roynt steinprent. Eg giti, at hetta ikki er seinasta ferð, listamaðurin fæst við steinar á klettunum, ella reikar runt í Havnardali við byrsu og grafiskum plátum. Tá eg tosaði við listamannin, helt hann eisini eitt sindur bilsin og brosandi fyri, at hansara uppihald her jú gevur meining uppá so nógvar mátar. Tær 22 myndirnar eru ikki framleiddar til nakað ávíst endamál, ella nakra ávísa framsýning, men kanska verður onkur teirra við á teirri stóru Myndaódnini, sum plagar at vera á hvørjum ári í desember/januar í Steinprenti. 


Fotomyndir: Steinprent (uttan tann ovasta vánaliga, sum eg havi tikið við fartelefon)