Friday, November 11, 2011

Alt tað, sum er vakurt og elskuligt...



Fríggjadagin 111111 verður móttøka í Miðlahúsinum klokkan 15 í sambandi við, at Páll Finnur Páll gevur nýggju fløguna "Kom við mær" út. Við sangum sum t.d. Forelskaður sjónleikari og fleir øðrum vælumtóktum hittum á baki man lítil ivi vera um sangskrivaragávurnar hjá teimum báðum Finni Jensen og Páll Oddi Rubeksen og so hevur Finnur so sera vakra rødd. Allíkavæl havi eg mangan kent eitt ávíst stikni til summar av teirra sangum. Eitt er tað pubertera flairið fyri øllum tí, sum er ólekkurt. Tað er í fínasta lagið at vilja provokera, men at gera gjøldur burturúr teimum veiku í samfelagnum er ikki í ordan í míni bók og so kann tað gera tað sama hvussu ironiskt tað kann vera hugsað. Tó eru løgini hjá Páll Finnur Páll rættiliga fangandi og beinleiðis vøkur, summi og tey ungu eru vónandi betri fyri enn eg í mun til at skilja speisemið (neyvan eru tey totalt asosial og ísakøld). Eg minnist hvussu eg á sinni undraðist av sanginum "Eg" við óskikkiligu reglunum "Mær dámar menn, mær dámar tveir ísenn".. við niðurlagnum "Í rumpuna, í rumpuna etc..", men ókey, hann er ikki fullkomiliga uttan (smá)dreingjasjarmu og á listanum hjá LGBT Føroyar - rørsluni til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar - yvir 5 teir bestu samkyndu sangirnar er hesin nummar 3. Á heimasíðuni hjá LGBT stendur skrivað: "Hóast hesin sangur er fyltur við gomlum og misvísandi stereotýpum, so vita vit øll, at talan er um ironi, og hetta ger sangin góðan og stuttligan. Eisini verður kynsligt samband millum menn viðgjørt uttan niðurgerð, og ein kann ikki lata vera við at elska ein sang, sum fær alt Føroya fólk at syngja við gleði um at “stinga hann í rumpuna”. 


Fríggjakvøldið verða Páll Finnur Páll gestir í Hvonn Live sendingini hjá Rás2 og tá verða gjørdar samrøður við tónleikararnar um teirra nýggju fløgu, sum verður ummæld við sama høvið. Harumframt verður kjak millum tveir politikarar um spurningin hvørt teir fúlu sangirnir hoyra heima í føroyskum kringvarpi. Eg gleði meg at hoyra kjakið. Tað er umráðandi við kjaki um etikk, ikki minst nú økið eyðsýniliga er bannað á tingi. Eg loyvi mær eisini at koma við einum uppskoti til svar uppá spurningin: -SJÁLVANDI GERA TEIR TAÐ og hvørja ferð eg í mínum egna forargilsi og blúna føli meg freistaða til at hugsa nakað sum helst annað, endurskoði eg rundskrivið frá Goebbels, sum eg seti inn niðriundir, sum minnir okkum á ongantíð at taka lætt uppá frælsi at hugsa og tala (og spæla tónleik og skapa aðra list). 


Rundskriv frá nazistiska mentamálaráðharranum um tónleik á matstovum (1942)


1 Tónleikaverk í foxtrotrytmu (sonevndum swing) skal ikki mynda meira enn 20 % av skránni hjá undirhalds- og dansiorkestrum.
2 Í hesi sonevndu jazzsangskránni skulu tónleikarar helst halda seg til kompositiónir í dur og tekstir, sum úttrykkja lívsgleði (ikki jødiskt-daprar tekstir).
3 Við atliti til tempo skulu orkestrini eisini mest halda seg til lívligar kompositiónir, ikki seinar (sonevndan blues). Allíkavæl má tempoið ikki fara yvir eitt ávíst mark av allegro samsvarandi ariskum ansi fyri disiplin og mátahaldi. Undir ongum umstøðum kann negroid óhógv (sonevndur  hot jazz) ella soloupptraðkan (sonevnd breaks) tolererast.
4 Sonevndar jazzkompositiónir kunni innihalda maksimalt 10 % av synkopering; restin má myndast av náttúrligum legatorørslum, sum ikki er merktar av teimum hysterisku rytmubroytingunum, sum setur dám á tónleikin hjá barbariskum rasum, og sum kallar á tey døkku instinktini, ið eru fremmand fyri germansku rasuna.
5 Tað er strangliga bannað at brúka instrument, sum eru fremmand fyri týska ond (sonevndar kúgvaklokkur,
flexaton, kustar osv.), umframt allar lutir, sum umskapa edilig blæsi- og messinginstrument til jødisk-frímúrara ýl (sonevndur wawa-hatt osfr.).
6 Tað er eisini bannað við trummusoloum, sum eru longri enn ein hálv takt í 4/4 rútmu (undantikið í stiliseraðum hernaðarmarsjum)
7 Í sonevndum jazzkompositiónum kann kontrabassin bert spælast við boga
8 Tað er bannað at sláa á streingirnar, eftirsum at hetta er skaðiligt fyri instrumentið og sera óheppið fyri ariska tónleikakenslu.
9 Bannað er somuleiðis vokalimprovisatión (sonevnt scat).
10 Øll undirhalds- og dansiorkestur mugu avmarka nýtsluna av saxofonum av øllum slag og í staðin nýta cello, bratsj ella eitt hóskandi fólktónleikaainstrument.


Úr Kulturnytt nr. 1, 1992