Steinbjørn B. Jacobsen
UNDURFULLUR RÆÐULEIKI er ein samtalubók millum Hansinu Iversen og Inger Smærup Sørensen.
Jú eg haldi, at bókin er meir enn ein marknasteinur, hóast nógvar listbøkur eru komnar tey seinastu árini.
Hansina hevur tikið eitt stórt stig burtur frá tí, sum vit hava sæð fyrr her í Føroym, tí vit onkursvegna kendu aftur og kundu samanbera við okkurt annað listafólk.
Hóast tað hevur hon fingið fótin fastan her heima, og fleiri og fleiri hava vant seg við ikki bara at góðtaka hennara list, men eisini njóta hana.
Í mun til undankomnu listbøkur er hon lítil í vavi, men hon fyllir ikki minni í huganum aftaná, at tú hevur havt hana liggjandi beint við hondina, síðan hon útkom.
Sjálvandi eru tað myndirnar sum eru tað berandi í bókini, og tær lata seg eisini síggja meir enn ta einu ferðina, tú troyttast ikki av at hyggja at teimum, og tá ið tú sær tær aftur, minnist tú at hava sæð tær, men tú kennir møtið við tær sum nýtt.
Sum sagt smæðist henda lítla, fitta bókin ikki burtur millum tær størru, og hon er ein uppløgd gáva til øll livandi ungfólk og eisini tey gomlu, hóast tey eru vorðin nakað reyvatung.
Tað eru tær avmyndaðu myndirnar, sum hugtaka teg fyrst og tær vendur tú eisini aftur til, men tann livandi teksturin verður eisini standandi. Hann er sera gevandi, upplýsandi og læruríkur.
Havi havt tann vana at seta strikur undir, um okkurt hugtekur meg serliga nógv, so tað finnist skjótt aftur.
Tekstin er býtt í átta partar og endar við upplýsingum um listakvinnuna Hansinu Iversen.
Hóast myndirnar eru tað sum er, kunnu vónandi hesir brellbitar úr tekstini eisini lokka til at báði keypa bókina og lesa allan tekstin:
1. Men tað eru meira – haldi eg – formar, veður og ljós og litir í landslagnum, sum hugtaka meg. Ikki bara í tí føroyska landslagnum. (Síðu 12)
2. Eg haldi, eg royni at gera formar, sum ikki kunnu kennast aftur. (Síðu 13)
3. Havi altíð verið hugtikin av sjónarringinum, har himmal og hav møtast. (Síðu 14)
4. Hansina hevur harvið prógvað, at samanspælið millum linju og lit er eins máttmikið og enigmatiskt (gátufult) (síðu 22.)
5. Eg fari í atelierið til arbeiðis hvønn morgun, akkurát sum onnur fara til síni arbeiði á skrivstovum, verksmiðjum o.s.fr. Tað er púra óhugsandi annað. (Síðu 30)
6. Tað er kanska her, í spenninginum millum útmørkini, at list hennara er, í einari roynd at grípa og halda tí óstøðuga og lofta tí óítøkiliga. (Síðu 33)
7. Tá er tað blivið til eina framleiðslu, og ikki skapandi longur. (Síðu 35)
8. List er ikki fyrst og fremst kommunikatión, (Síðu 50)
9. Tí tað kann eisini blíva eitt kvøldskúlahelviti, at bara man hevur gingið á einum stuttum skeiði og teknað ella málað eina ella tvær myndir, so heldur man, at man kann tað, tað krevur, og so kann man framsýna á listasavninum líka so væl sum Ingálvur av Reyni og Mikines, sum løgdu alt lívið í tað – lív og sál. ( Síðu 66 )
10. Tað verður ikki góðtikið, at summi hava betri førleika enn onnur. Tey ungu vilja koma fram, verða kend, síggja pen út og koma í miðlarnar, og tað skal ganga skjótt. Myndlist er eitt sindur frammi upp á tann mátan nú eisini, sjálvt um tað er langt frá films- og poppstjørnustatus. (Síðu 66)
Tíggju brellbitar eins og tey tíggju boðini, tað er nú tilvild, men sanniliga sera viðkomandi og sigandi fyri tí.
Tað er burturvið at tosa um, hvør er størstur, tá um list ræður, men Hansina er millum tey fyrstu, tú hugsar um, tá ið hugsað verður um yngra ættarliðið.
P.S. ”Eg varnaðist, at sársaki búði í øllum vakurleika. Tað var nívandi, hugtakandi og ræðandi. ”Mikines í Mikinesbókini s.22 hjá Bárði.
Myndlist. net v/ Inger Smærup Sørensen hevur givið bókina út.