Inntil 8.januar er framsýningin Panorama hjá týska listamanninum Gerhard Ricter at síggja í Tate Modern í London. Gerhard Richter er føddur í 1932 og er ein tann týdningarmiklasti av týsku listafólkunum eftir kríggið. Hansara verk er stórt og sera varierað, hann er kendur fyri at hava enduruppfunnið sína list nógvar ferðir. Hann hevur málað abstraktar málningar, men realistiskt fotobaserað málarí er hann eisini kendur fyri. Portrettmyndir, landsløg og søgumálningar hevur hann eisini gjørt. Ricter var ein av teimum fyrstu týsku listafólkunum til at viðgera nazistasøguna í málningum av persónum í familjuni, sum vóru antin limir í ella offur fyri nazistunum. Hann hevur málað svarthvítar myndir av Baader Meinhof bólkinum (ovasta myndin her á blogginum) og á framsýningini á Tate Modern er eisini ein málningur, sum ímyndar yvirgangsatsóknina í World Trade Center í New York í 2001. Her er hon: