Týski rithøvundurin Gottfried Benn (1886-1956) var lækni og skrivaði ritroyndir og yrkingar. Hann var ein teirra, sum í fyrstani hevði samhuga við nazistunum, eisini alment í eini útvarpssamrøðu í 1933. Hann svór somuleiðis at vera trúgvur mótvegis Adolf Hitler við einum sonevndum Gelobnis treuester Gefolschaft undirskriftarbrævi. Nøkur ár seinni var støðan broytt, Gottfried Benn var skelkaður av harðskapinum undir nazistaveldinum og í SS blaðnum Das Schwarze Korps vórðu nú hansara ekspressionistisku og eksperimenterandi yrkingar lagdar undir at vera degenereraðar, jødiskar og samkyndar. Í 1938 fekk Gottfried Benn skrivibann. Eftir kríggið var Benn heldur ikki serliga populerur orsakað av hansara nazistafortíð. Hansara yrkingar eru sera áhugaverdar og minna eitt sindur um yrkingarnar hjá J.P.Jacobsen, sum hann metti høgt. Henda náttaraldan minnir í støðum um kendu yrkingina hjá J.P.Jacobsen Arabesk.
Welle der Nacht
Welle der Nacht, Meerwidder und Delphine