Hanni Bjartalíð hevur verið sera aktivur á framsýningarøkinum í ár, ikki minst í Steinprenti, her hann hevur framsýnt fleiri ferðir. Í løtuni sýnir hann fram í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og so er ein nýggj framsýning latin upp í Steinprenti. Nýggja framsýningin er við eldri málningum, sum fungera ómetaliga væl á gulari bakgrund. Tað er listakvinnan Hansina Iversen, sum hevur hongt framsýningina upp, so at hon hongur serstakliga væl. Hansina hevur somuleiðis skrivað tíðindaskrivið um framsýningina, sum vit seta inn niðast.
Málningar - Malerier
Hanni Bjartalíð
Framsýning er opin til 26 nov.
ØLL ERU VÆLKOMIN
Opið er gerandisdagar 9 - 17 og leyg. 14 - 17
STEINPRENT
Skálatrøð 16, Tórshavn
ØLL ERU VÆLKOMIN
Opið er gerandisdagar 9 - 17 og leyg. 14 - 17
STEINPRENT
Skálatrøð 16, Tórshavn
Tað er ein stór uppliving at síggja málningarnar hjá Hanna Bjartalíð á teimum gulu veggjunum í Steinprenti. Veggirnir vóru málaðir gulir til undanfarnu framsýningina "Klaksvikaffærer" hjá Claus Carstensen. Men tá tað nú stóðu meira enn 30 málningar hjá Hanna Bjartalíð á goymslu á verkstaðnum, og glopp var í framsýningarkalendaranum, helt Jan Andersson tað vera vert at royna at hanga nakrar av hesum málningum á teir gulu veggirnar hjá Claus. Jan spurdi meg um eg vildi disponera framsýningina saman við Fríðu og vit fóru skjótt til verka. Málningarnir eru frá umleið 2004 til 2009 og hava staðið í goymslunar myrkri úti á Skipasmiðjuni sum restir frá Heystframsýningum og eini framsýning í Müllers Pakkhúsi.
Nú býðst eitt sera gott høvi at síggja hesar serligu málningarnar hjá Hanna í vøkru framsýningarhølunum hjá Grafiska Verkstaðnum. Nakrir av málningunum hava eitt barnsligt yvirbrá í fyrstu syftu; men eftir at hava hugt eina løtu, kemur nakað ørkymlandi til sjóndar. Hanni megnar at brúka barnatekningina, hóast áskoðarin greidliga merkir bondini, ið eru áløgd einum vaksnum manni. Og trúgvið mær, hetta er eitt tað torførasta hjá einum málara at gera. Hanni hevur eisini nakað heilt einastandandi stoffligt í sínum myndum, sum ikki er ofta sæð í føroyskum málningum. Summir av málningunum eru heilt upp í 12 kg tungir av máling. Hann hevur ígjøgnum fleiri ár bøtt uppá hesar myndirnar við meira og meira máling og at enda er myndin vorðin eitt relieff, ein kroppur. Eg havi ongantíð sæð hesar málningar so væl sum nú teir hanga í Steinprenti. Kom og hygg at teimum og fá eina listaliga uppliving av teimum sjáldsomu.
Hansina Iversen