Wednesday, November 23, 2011

Jólini nærkast í hvørjum...

Mundi dottið uppeftir í dag, tá eg tendraði Rás2. Har eru jólini longu so mikið væl í gongd, at tey høvdu sett Halleluja Sofus at syngja Gleðilig jól, umframt allar møguligar aðrar jólaligar jólasangir, alt samalt í navni materialismunnar og í samstarvi við SMS. Spurningurin, sum lurtararnir skuldu smsa svar uppá var: Hvussu leingi ber til at skifta jólagávur um, sum tú hevur keypt í SMS. Eg eri satt at siga ikki greið yvir tað. Havi ikki ánilsi av tí. Havi enn ikki keypt eina tí einastu jólagávu, geri tað neyvan fyrr enn í jólavikuni, men eri longu nú við at kvælast av hasi ósjarmerandi sameiningini millum religión og  materialismu, sum gera jólini til nakað ómetaliga kostnaðarmikið at liva upp til. Misskiljið meg ikki, eg eri als eingin fornoktari av materiellum vælsignilsum, tí eg elski jól og eg gleði meg sum eitt lítið barn til jólaperur, jólaglansibíløt, jólaeinglar, jólagardinur, jólakalendarar, jólagreyt og jólaportvín, jólaøl, jólainnkeyp, jólafrí, jólakava, jólateknifilmar, jólakaramellur, jólagummibomm, jólalakres, jólasnaps, jólamarsipan, jólabollar, jólaljós osfr., men her í húsinum er totalt jólanissu- og einglabann fram til 1.sunnudag í advent.

Men tey kosta, jólini og tey eru mong í ár, hvørs jólahald er treytað av góða átakinum Í menniskjum góður tokki, sum er innsamling til frama fyri jólahaldi hjá føroyskum familjum. http://www.takk.fo/ Spurningurin er so bara hvussu støðan verður næsta ár eftir eitt ár við flatskattaskipan, hækkaðum prísum og hækkaðum kommunuskatti, hvussu nógvar pengar tær hart sperdu familjurnar hava tá at halda jól fyri. Tey, sum eiga skulu fáa meira, meðan tey fátøku fáa minni at liva fyri. Ikki serliga jólaligt.