Síðsta summar viðgjørdu vit mentanarhugsjónina hjá øllum teimum politisku flokkunum. Nú hava vit fingið ein nýggjan flokk á ting, sum sjálvandi eisini skal lýsast og viðgerast. Mentanarhugsjónirnar hjá hinum flokkunum verða presenteraðar her:
http://listinblog.blogspot.com/search/label/Mentanarhugsj%C3%B3nir
Nýggi flokkurin, Framsókn, levera bert ein einstakan setning um mentan í teirra politisku skrá: "Góð kor hjá lista- og mentafólki skulu tryggja, at Føroyar hava eitt ríkt lista- og mentanarlív til gagns fyri bæði einstaklingin og vinnulívið”. Hetta er sjálvandi ikki nógv at ganga út frá, men her eru allíkavæl tvey orð, sum tú leggur serliga til merkis, nevniliga "einstaklingur" og "vinnulív". Miðsavnanin um møguleikarnar hjá einstaklinginum og stóri áhugin og umsorganin fyri vinnilívinum spegla sjálvandi eina liberalistiska mentanarhugsjón.
Ein liberalistisk mentanarhugsjón er merkt av eini ávísari laissez-faire áskoðan og inniheldur tessvegna ikki stórar ætlanir um bygnaðarbroytingar. Mottoið má vera tað, at tú liggur sum tú sjálvur hevur reitt, tí grundleggjandi hugskotið snýr seg um, at skipan hendir av sær sjálvum. So meðan teir flestu av hinum flokkunum fata listina sum samfelagsuppbyggjandi á onkrn hátt, sær tað út til, at Framsókn í størri mun knýtir listina at einstaklinginum. Gávur, dreymir og mál kunnu ikki setast inn í eina skipan uttan, at ágangur verður framdur móti einstaklinginum. Tessvegna kunnu rammur heldur ikki skipast fyri listina uttan, at ágangur verður framdur móti listafólkunum og tað ber als ikki til at lóggeva vegna mentanarstovnar, eftirsum tað ikki ber til at byggja eydnu og tílíkt á ein stovnsligan hátt.
Vit hava enn ikki sæð Framsókn í aktión, men eg rokni við, at flokkurin í praksis fer at hava eina øðrvísi áskoðan enn í Fólkaflokkinum, haðani nógv av Framsóknarlimunum koma. Framsókn fer helst at taka ynskið hjá vinstrasinnaðum mentanarsnobbum um serfrøðingaveldi meira róliga enn Fólkaflokkurin, av tí at Framsókn heilt einfalt ikki trýr uppá skipanir. Vit kunnu ikki geva skipanini skuldina fyri, at vit verða fylt við mentanarligum skrambli, sum vinstravongurin hevur ilt við at góðtaka. Einstaklingurin má taka í herðatoppin á sær sjálvum og taka persónliga ábyrgd. Av somu orsøk fer Framsókn neyvan at arbeiða fyri radikalum broytingum á mentanarøkinum. Tí trýrt tú ikki uppá skipanir, trýrt tú heldur ikki uppá radikalar skipanarbroytingar. Tað, sum er áhugvert við Framsókn er eisini, at tey ikki eru so mikið beinleiðis ómentað sum Fólkaflokkurin. Fleiri av teirra limum hava ein leiklut í mentanarlívinum og tað kann merkja, at tey eru áhugað í at seta mentan á breddan. Men tað verður við einstaklingi og vinnulívi sum miðdepli. Møguliga við onkrum sum líkist charity-hugsanini, sum vit kenna frá amerikanskari kapitalismu, har man fær góðar møguleikar við grammleika og egináhuga at ríka seg og síðani vinna sær viðurkenning við at hjálpa øðrum, men framvegis við egináhugamálunum at vinna sær sjálvum viðurkenning og virðing. Sostatt minni beinleiðis almenna stuðul til listina og fleiri fyrimunir (skattalættar og frádráttir) til tey, sum vilja hjálpa listini.
Liberalisman hevur sostatt eina rættiliga eyðmjúka og pragmatiska áskoðan á tað óperfekta menniskja, men hendan áskoðan er kanska meira realistisk enn vinstrasinnaða trúgvin uppá, at vit gjøgnum skipanir kunnu leiða menniskjað til eydnu og góðsku.
(IS)