Tuesday, November 15, 2011

Peter Laugesen og Teitur Lassen í Sirkus


Týskvøldið 15 novembur kl. 21.00 verður áhugavert bókmentaligt tiltak á Sirkus. Peter Laugesen lesur upp úr sínum verkum og Teitur Lassen syngur.

Peter Laugesen (f. 1942) er ein av mest virknu rithøvundunum í Danmark við yvir 50 útgávum, mest yrkingasøvn. Hann skrivar m.a. eisini sjónleikir og er røddin á fleiri fløguútgávum hjá bólkinum Singvogel. Peter Laugesen hevur fyrr í ár givið út yrkingasavnið "Smukke fejltagelser" saman við Jóanes Nielsen og hevur júst verið við á bókadegnum.

Til 200-ára føðingardagin hjá H.C. Andersen, var ein fløga útgivin, ein av sangunum eitur "Syner". Peter Laugesen hevur skrivað tekstin og Teitur Lassen syngur.